• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Taivan

Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa - "Oyggin Vakra", tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur. Taivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinverska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina (Taivan verður eisini rópt Lýveldið Kina) sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki. Kortini er búskapurin sterkur, og Taivan flytur út nógva ídnaðarvøru, ið verður seld víða um heimin.

Mestu tíðina av 120 ára longu søgu síni hava húsini í býnum ikki boðið sær nógv út fyri verðini. Men seinastu tjúgu árini er broyting komin í, og høvuðsstaðurin, Taipei, er vorðin nútímans hátøknibýur við mongum háhúsum, almennum bygningum og væl røktum býarlundum. Næstan 3 mió. fólk búgva í býnum, sum veksur skjótt. Ein avleiðing av hesum er ring dálking og stórir ferðslutrupulleikar. Mong koyra til arbeiðis á motorsúkklu, og tað ger, at roykurin, ið mestsum alt árið hongur sum eitt skýggj yvir býnum, alsamt tjúknar.

Frá at vera fátæk oyggj, landbúnaður var mestsum einasti vinnuvegur, hevur Taivan seinastu árini havt eina ta størstu ídnaðarmenningina í heiminum. Landið flytur út um allan heim elektrónikk og elektróniskar vørur, maskinur, klæði, skógvar, ítróttaútgerð, sjónvørp og klokkur. Stóru útflutningsinntøkurnar verða nýttar at keypa olju og aðra rávøru fyri, tí at lítið náttúrutilfeingi er í oynni.

Gomul kinversk opera er høgt í metum í Taivan. Evnið í operuni er einfalt, og ofta er tað góða sett upp ímóti tí ónda. Næstan einki verður sagt á leikpallinum. Tað eru rørslur sjónleikaranna, búnarnir og andlitssmyrslið, sum lýsa fólkini og søgugongdina.

Langt fyri, at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2% av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.

Størstu átrúðnairnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f. Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Blue Sky, White Sun, and a Wholly Red Earth.

Høvuðsstaður:
Taipai

Vídd: 35,750 km2

Fólkatal: 23.024.956

Alment mál:
kinverskt

Átrúnaður: 
buddisma, konfusianisma og taoisma 93%, kristindómur 5% og aðrir 2%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
taivanskur dollari (TWD - NT$)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017