• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tibet

Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, hevur staðið undir Kina síðan 1950, tá teir hertóku landið verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Tibetanar eru frómir buddistar, og kinverski kommunistaflokkurin, ið er ímóti øllum átrúnaði, hevur kúgað og roynt at oyðilagt buddistisku læru teirra. Kortini er átrúnaðurin enn sterkur í Tibet, og fólkið livir eitt trúrøkið lív, alsamt í bøn. Tey heingja upp bønarfløgg við bønum, ið skulu veita teimum eydnu og ríkidømi.

Stríð er ímillum Tibetansku stjórnia í útlegd, við Dalai Lama á odda og kinversku stjórnina um rættin hjá Tibet at vera sjálvstøðugt land. Tibetanar meta kinverska stýrið í Tibet sum ólógliga hertøku av landinum.

Av tí at tað ikki er samsvar ímillum tað Sjálvstýrandi tibetanska øki í Kina og tað etno-mentunarliga Tibet, ið stjórnin í útlegd ger krav uppá er tað ógvuliga torført at siga hvussu stórt landið - sum ikki er eitt land - er, samstundis er tað eisini torført at siga nakað um fólkatalið.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
W? X?ng Hóng Qí - "Five-star Red Flag"
Tibetanska flaggið: Snow lion flag hevur verið bannað síðan 1959.

Høvuðsstaður: *
Lhasa

Vídd: 1.228.400 km2

Fólkatal: 2.910.000

Alment mál:
tibetanskt

Átrúnaður: 
hinduisma

Stýrirlag: 
Sjálvstýrandi øki

Gjaldoyra:
 yuan (renminbi) (CNY)

* Hetta er fyri Sjálvstýrandi øki Tibet (Tibet Autonomous Region), sum ikki fevnir um tað sama sum
etno-mentanarliga Tibet.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017