• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Usbekistan

Usbekistan er eitt av ríkastu og fjølbygdastu londunum í Miðásia. Landslagið er skiftandi; tveir triðingar eru oyðimørk og turrar grasfløtur; men har eru eisini fruktagott lendi og stríðar áir og snjótakt fjøll. Gomlu býirnir fram við Silkivegnum eru farnir at draga nógv ferðafólk til sín, og útlendskar fyritøkur eru uppi í at gagnnýta stóra ráevnistilfeingið og góðu vatnorkumøguleikarnar. Usbekistan er fjórðstørsta bummullarland í heiminum. Usbekar nevna bummull "hvíta gullið".

Silkivegurin er navnið á forna handilsvegnum úr Kina, ígjøgnum Miðásia, Miðeystur og til Evropa. Mangir gamlir islamskir býir, ið vóru handilsmiðdeplar, eru fram við vegnum. Ímillum teirra eru Samarkand, við mongum vøkrum islamskum bygningum, og Bukhara, sum er pílagrímsbýur hjá muslimum, og Tasjkent, høvuðsstaðurin í Usbekistan, sum er gitin undir navninum "gosbrunnabýurin".

Stórt ráevnistilfeingi er í Usbekistan. Har er nógv olja, gass, kol, gull og uran. Stór gassleiðing er løgd úr Bukhara og norður til Uralfjøll í Russlandi. Men gassið verður eisini nýtt í usbekiska ídnaðinum, til dømis í evnafrøði-ídnaðinum og maskin- og flogfaraídnaðinum.

Miðasia

Miðasia er langt burtur frá heimshøvunum. Vindurin er turrur, og har er lítið avfall, so nógvastaðni er lendið kargt og berligt. Av tí at ógvuliga turt er bæði vetur og summar, eru skerpingur og turkur stórir trupulleikar hjá bóndunum. Fyri norðan eru víðar grasfløtur, nevndar steppur. Miðskeiðis eru tvær stórar oyðimerkur, Kyzilkum (Reyðisandur) og Karakum (Svartisandur). Fyri sunnan eru langir, høgir kavataktir fjallaryggir, sum ganga suður at Himaleia. Alt Miðasia, tá ið Afganistan er frá, var partur í gamla Sovjetsamveldinum. Ídnaðarmenning og felagslandbúnaður hava elvt til stórar broytingar í hesum londum. Í gomlum døgum vóru bara flakkfólk her

Í 1991 fell kommunistastýrið í Sovjetsamveldinum, og londini í Miðasia fingu sjálvræði. Tá ið londini vóru uppi í Sovjetsamveldinum, ið varð miðstýrt úr Moskva í Russlandi, búsettu mangir russar seg her, og russiskt trokaði burtur málini í hesum londum. Nú stríðist fólkið at vinna rættindini aftur og at menna mentan og samleika.

Nógv olja og nógv gass eru í norðaru londunum í Miðasia. Kasakstan er farið at pumpa olju upp úr einum av heimsins størstu oljukeldum í Kaspiskahavi. Turkmenistan er farið at vinna út gass úr ovurstórum gassøki uppi á landi. Peningatrot og ov lítil yrkislærd arbeiðsmegi hava við sær, at seint gongur at menna oljuvinnuna.

Aralvatn, sum einaferð varð fjórðstørsta vatn í heiminum, er í ferð við at torna upp. Náttúruvanlukkan stendst av, at áirnar Amu-Darja og Syr-Darja, sum renna í Aralvatn, verða veittar á dyrkilendi. Stórt øki liggur nú turt og er púra ónýtiligt, tí tað er hult í sanddusti og salti, sum rýkur í vindi og ger stóran skaða.

Kaspiskahav er størsta vatn í heiminum, tað er 371.000 km2 í vídd, og fimm lond eru uttan um tað. Vatnið er í støðugari minking, og fjarar samstundis. Har er nógvur fiskur, m.a. styrja, ið er dýrur fiskur, tí í kvennfiskinum eru nógv rogn - russiskur kaviarur. Fiskastovnarnir eru hóttir av ovveiðu og nógvu dálkingini, m.a. av oljuvinnuni í Baku.

Mong fólkasløg búgva í Miðasia. Upprunaligu fólkasløgini eru kashakar, turkmenar og usbekar, sum eru turkisk fólkasløg, og tadsjikar og afganar, ið eru eysturiransk fólkasløg. Øll hava tey sínar sermerktu húgvur, ofta vovnar úr silki og prýddar við mátaðum mynstrum.

Mong fólk í Miðasia eru flakkfólk og fara víða um við fenaði sínum eftir beitilendi. Flakkfólkini búgva í tjøldum og eiga fáar ognarlutir, tí at tey javnan skulu flyta. Tey lívbjarga sær við at halda dýr sum kamelar, seyð og geitir, og soleiðis fáa tey mjólk, kjøt og ull. Sumt verður selt, men meginpartin hava tey eftir sjálv. Flakkfólkini eru alsamt á ferð og steðga bara á í býum, tá ið tey skulu keypa og selja.

Islam er størsti átrúnaður í Miðasia. Hann kom higar fyrst í 8. øld. Tá ið Miðasia stóð undir Sovjetsamveldinum, var átrúnaðurin hildin niðri, og muslimskir brúdleypssiðir vórðu bannlýstir. Fólkið helt tó alla tíðina fast um átrúnað sín og dýrkaði hann í loyndum; og tá ið kommunisman fall, blómaði átrúnaðurin upp aftur.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Tasjkent

Vídd: 447.400 km2

Fólkatal: 27.606.007

Alment mál: usbekiskt

Átrúnaður: islam 88% aðrir 12%

Stýrirlag: fólkaræði

Gjaldoyra: som (UZS)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017