• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Nýsæland

Nýsæland er um 1.500 km í ein landsynning úr Avstralia. Landið er mest sum bara tvær stórar oyggjar - Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Í Norðuroy er veðurlagið lýtt og milt, og har eru mong gosfjøll. Í Suðuroy er kaldari, og har eru jøklar, høg fjøll og stórir skógir. Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947.

Norðuroy í Nýsælandi er uppi í "Eldkringi" í Kyrrahavi, og har eru fleiri gosfjøll. Eitt teirra, Ruapehu, goysti í 1995. Nógvi hitin niðri í jørðini, heitar grundvatnið, ið vellir upp ígjøgnum rivur í klettinum, og har verða varmakeldur. Onkustaðni verður vatnið so heitt, at tað verður til guvu. Guvan trýstir vatnið fyri sær, so at tjúkkur vatnsprænur goysir upp úr klettinum. Hetta rópa vit goskeldu, á altjóða máli geysir úr íslendskum.

Góðar 4.2 milliónir fólk búgva í Nýsælandi (2010); minni enn helvtin av fólkinum í London ella París. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroy, flestu teirra í býum. Wellington er høvuðsstaður í Nýsælandi.

Nýsæland var eitt av seinastu londum í heiminum, sum varð ónomið. Fyrstu fólk at seta seg niður her vórðu maoriar, ið komu higar úr Polynesia um ár 950. Hóast flestu maoriar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í vesturheiminum, hava teir goymt mentan sína - málið, listina og stórhúskið. Maoriar hava umboð í tinginum, og stig eru tikin til at tryggja teimum somu rættindi og møguleikar sum onnur, tá ið talað verður um heilsurøkt, útbúgving og arbeiði - rættindi, teir ikki hava havt áður.

Maoriar eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi.

Stórar albeittar fløtur og lýtt og vátligt veðurlag gera, at Nýsæland er gott landbúnaðarland; helst til dýrahald, neyt og seyð. Seyðaskipanin er 60 milliónir (um 15 til hvørt fólk) og 8 milliónir neyt. Tríggir fjórðingar av nýsælendska útflutninginum eru búnaðarvørur. Nýsæland er ímillum tey lond í heiminum, sum flytur mest út av ull, frystum kjøti, osti og smøri. Ein onnur týdningarmikil vinna er fiskiskapur.

Meiri enn 80% av øllum ravmagni í Nýsælandi er av vatnorku. Størsta vatnbyrgingin er Clyde-byrgingini í Suðuroy, har nógvar áir eru byrgdar. Reina orkuveitingin og tað, at næstan eingin tungídnaður er har, ger, at Nýsæland er eitt av reinastu londum í heiminum. Nýsælendingar eru erpnir av reina og grøna landi sínum.

Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Nýsælandi. Nýsælendingum dámar væl alla ítrótt, t.d. at ganga og klíva í fjøllunum, sigla í kano, sigla við seglbáti og at spæla rugby - rugbylandsliðið verður rópt All Blacks. Mong ferðafólk koma til Nýsælands, helst at njóta náttúruna og sunna uttanduralívið.

Av tí at Nýsæland er so fjart, hava plantur og dýr ment seg øðrvísi, og har eru sjáldsom dýr og sjáldsamar plantur. Kendast eru fuglarnir, ið kunnu ikki flúgva, t.d. uglupappageykurin og kivifuglurin. Teir mistu evnini at flúgva, tí at teir høvdu ongar fíggindar, og høvdu tí ikki fyri neyðini at flúgva undan.

Kivifrukt er kinversk stikkulsberjaplanta. Hon varð gróðursett í Nýsælandi um 1900. Nýsælendingar nevndu hana kivi eftir tjóðarfugli sínum. Nýsæland er nú tað land í heiminuum, sum dyrkar mest av kivi, og fruktin verður flutt út um allan heim. Fruktin veksur upprunaliga í lýðbeltinum og skal hava nógva sól. Kivi verður dyrkað í serligum fruktgørðum, ið eru skiftir sundur í teigar.

Avstralia og Kyrrahavsoyggjar

Av tí at hesin partur av heiminum hevur verið so avbyrgdur frá umheiminum, vórðu summi øki her ímillum tey seinastu í heiminum, har fólk settu seg niður. Fyrstu fólk at seta seg niður her komu úr Asia, teirra millum vórðu aboriginarnir í Avstralia, maoriarnir í Nýsælandi og ymisk fólkasløg í Kyrrahavsoyggjum. Aboriginarnir komu til Avstralia fyri um 50.000 - 70.000 árum síðan. Tá vóru heimshøvini grynri, og mest sum landfast var ímillum Avstralia og Nýguinea. Kyrrahavsoyggjar vórðu bygdar fyri um 7.000 árum síðan, tá ið fólk úr Landsynningsasia komu hagar. Onnur lond í hesum heimsparti hava ikki verið bygd í meiri enn um 1.000 ár - t.d. komu maoriar til Nýsælands um 950 e. Kr.

Í 18. øld fóru evropearar at koma higar, og bæði Avstralia og Kyrrahavsoyggjar gjørdust bretsk hjálond. Nú á døgum hava hesi lond ikki so nógv samband við Evropa longur. Seinastu árini eru mong fólk komin til Avstralia og Nýsælands úr Miðeystri og Landsynningsasia; bæði londini eru vorðin fjølmentað samfeløg, har er stór vælferð, og vinnulívið er fjølbroytt og gott.

Av tí at bara tvey fólk búgva á hvørjum km2 í Avstralia, er tað strálbygdasta meginland í heiminum. Flestu avstraliar búgva í býunum fram við strondini, fjart frá karga og heita veðurlagnum inni í landinum. Mangar av Kyrrahavsoyggjum eru smáar, tí er fólkið har ikki fjølment.

Umhvørvisvernd er vorðin týðandi samfelagsevni í heimspartinum. Í Avstralia eru stór lendi og mong dýr friðað. Av tí at Kyrrahavsoyggjar eru fjart frá meginlondunum, hava kjarnorkuroyndarspreingingar verið á óbygdum oyggjum her; hóast fólkið hevur harðliga mælt ímóti.

At Avstralia hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á avstralska flagginum. Tað myndar bretska flaggið (Union Jack), samveldisstjørnuna og stjørnumyndina Suðurkross.

Við tað at Avstralia og Nýsæland hava verið bretsk hjálond, er mesta fólkið í londunum nú á døgum av bretskari ætt. Men seinastu 50 árini eru tilflytarar komnir higar úr øllum heiminum. Um 2 milliónir fólk hava nú ikki enskt sum móðurmál. Ymsu tilflytararnir hava tikið við sær egna siðvenju, egnar høgtíðir, matsiðir og hava gjørt Avstralia og Nýsæland til ógvuliga fjølmentað lond.

Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum í Avstralia og maoriskum børnum í Nýsælandi bara enskt, og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Men nú er vend komin í. Mál maorianna er viðurkent sum alment mál í Nýsælandi, og í Avstralia læra næmingarnir um aboriginskar mentanir og siðir. Men mong halda, at upprunafólkið eigur at fáa aftur lendið og tilfeingið, sum niðursetufólkið úr Evropa tók frá forfedrum teirra.

Bæði í Avstralia og Nýsælandi hevur ítróttin stóran týdning fyri tjóðskaparkensluna og samleika fólksins. Rugby er tjóðarítrótt í Nýsælandi; í Avstralia eru fótbóltur og krikket best umtókt. Góðu avrikini í hesum ítróttargreinum eru vorðin tjóðarstoltleiki í hesum londum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Wellington

Vídd: 270.534 km2

Fólkatal: 4.252.277

Alment mál:
enskt og maoriskt

Átrúnaður:
kristindómur 62%, aðrir 22% ongan átrúnað 16%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: nýsælendskur dollari (NZD)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017