• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Albania

Albania er ímillum allar fatækastu lond í Evropa. Meginparturin av landinum er fjallalendi og einans nýtiligt sum geitar- ella seyðabeiti. Í øldir stóð landið undir Osmannaríkinum, og tá ið turkar fóru haðan í 1913, var Albania illa fyri á øllum økjum; har vóru hvørki vegir ella jarnbreytir, og ídnaður var eingin. Næstan alla 20. øld hevur Albania verið fasistiskt kongsveldi og kommunistiskt einaræðisland. Í 1991 vóru fræls val. Albanar stríðast nú við at umskipa búskapin og menna landið.

Frá 1944 til 1985 stýrdi kommunistiski einaræðisharrin, Enver Hoxha, Albania. Meðan hann stýrdi, varð landið fullkomiliga avbyrgt frá hinum londunum í Evropa. Markið til gamla Jugoslavia og Grikkalands varð stongt, og eisini varð alt samband við Italia bannað. Eftir 1960 hevði Albania bara handilssamband við Kina, og allur flutningur skuldi bara fara um teir báðar havnabýirnar Durres og Vlore. Kommunistarnir mentu stálídnaðin, men lótu landbúnaðin liggja á láni og gjørdu annars einki at menna landið.

Ættin ella húskið hava nógv at týða í Albania, og bara fá ár eru síðan, at myndugleikarnir eggjaðu hjúnum at eiga mong børn. Frá barnsbeini verða albanar lærdir at verða orðhaldnir, á albanskum „besa". Stendur maður ikki við sítt orð, t.d. í einari handilsavtalu, er tað stór skomm.

Lítið arbeiði er í Albania, og lønin er lág. Um triðingurín av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, hin triðingurín arbeiðir í ídnaðinum og tænastuvinnuni. Seinastu árini eru mangir albanar farnir til Grikkalands og Italia at arbeiða.

Vesturbalkan

Stórur partur av Vesturbalkan er fjallalendi. Orðið „balkan" merkir „fjøll". Fyrstir at nýta hetta orð um hesi lond vóru turkar, sum ráddu í øllum Balkannesi úr 15. øld til fyrst í 20. øld. Frá 1918 til 1991 vórðu øll londini á Vesturbalkan uppi í samveldisríkinum Jugoslavia, tó ikki Albania, sum varð verandi frælst, óheft ríki. Meðan sterki kommunistaovastin Tito ráddi, eydnaðist myndugleikunum at hava tamarhald á spenninginum ímillum øll fólkasløgini; men tá ið hann doyði, og kommunisman í Eysturevropa og Sovjetsamveldinum fall, kyknaði avgamla stríðið ímillum fólkasløgini upp aftur. Tað elvdi til, at Jugoslavia varð syndrað, og herviligt borgarakríggj brast á. Kríggið vardi í 4 ár frá 1991-95.

Alt síðan fornøld hava mong ymisk heimsríki havt hesi lond undir sær, og hvørt teirra hevur havt sína ávirkan á málið, klædnabúnan og átrúnaðin hjá fólki. Her í bosniska býnum Mostar daga kirkjuspírini á ortodoksu kirkjuni, á rómversk-katólsku kirkjuni og islamsk moskutorn upp ímóti luftini. Islam kom henda vegin við turkum, tá ið teir tóku hesi lond í 15. øld. Nú á døgum koma aðrar mentanir aftur at teimum, ið hava verið frammi, so hvørt ymsu tjóðirnar royna at endurskapa samleika sín.

Í mongu dølunum veksur nógvur leyvskógur og nálaskógur. Men bratta og grunna fjallalendið er frálíkt til landbúnað. Mesti landbúnaðurin er fram við áirnar, serliga við Donau. Har verður nógv grønmeti dyrkað, t.d. hvítkál, paprika og bønir; á víðu, grasgóðu fløtunum er nógv neytahald.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Bania

Høvuðsstaður:
Tirana

Vídd: 28.750 km2

Fólkatal: 3.190.000

Alment mál: albanskt

Átrúnaður: 
kristindómur 30%, islam 70%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: lek (ALL)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017