• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Danmark

Størsti landspartur í Danmark er langa, smala nesið Jútland, sum hevur mark ímótí Norðurtýsklandi. Eystan fyri Júdand er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmark er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum. Sum í grannalondunum eru politisku viðurskiftini trygg, og lívskorini góð. Ídnaðurin hevur ment seg skjótt, og nú á døgum arbeiðir ein triðingur av danska fólkinum í ídnaðinum.

Høvuðsstaðurin í Danmark, Keypmannahavn, er á Sælandi. Hann er størsti býur í Norðurlondum og handilsmiðdepil í Danmark. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni "Strøget", koma skjótt fram á gamlar kirkjur, spennandi marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðimar, har fólk í býnum hava summarhús síni.

Danmark er gitið fyri samvinnufeløg síni. Til tess at fylgja við í landbúnaðarmermingini og vera kappingarførir hava donsku bøndurnir verið noyddir at samstarva. Ein háttur hevur verið at eiga mjólkarvirki og svínasláturhús í felag og leggja seg eftir at selja hesar búnaðarvørur uttanlands.

Eins og Noreg, Svøríki og Finnland er Danmark gitið fyri byggilist sína. Danskir byggifrøðingar nýta ofta ymiskt tilfar, tá ið teir byggja, t.d. tigulgrót, við og betong, og teir gera vøkur hús, sum hvíla væl í landslagnum. Í mongum nýggjum sethúsum hevur alstórur dentur verið lagdur á at spara orku. Sólkyknur í tekjuni vinna orku úr sólini, og húsini eru ógvuliga væl bjálvað. Danir leggja sær nær at fríðka sniðið á tí, teir gera. Húsbúnaður, glasvørur, køksbúnyttur og postalín er alt so snotiligt.

Í flestum londum í Vesturheiminum (Evropa og Norðuramerika) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmørk og í hinum Norðurlondum. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti.

Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr Jútlandi, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í 1930-árunum. Mong norðurlendsk børn vita um Legoland, hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr donsku orðunum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Dannebrog

Høvuðsstaður: Keypamannahavn

Vídd: 43.070km2

Fólkatal: 5.181.000

Alment mál: danskt

Átrúnaður: kristindómur 93%, aðrir 7%

Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: donsk króna

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017