• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Estland

Estland er minsta Baltalandið. Har er rættiliga nógvur skógur, heyggjalendi og nógv vøtn. Í gomlum døgum var landbúnaðurin høvuðsvinnuvegur, men Sovjetsamveldið broytti landið til eitt miðstýrt ídnaðarøki. Høvuðsvinnuvegir nú eru t.d. skógarvinna, skipasmíð og matvøruídnaður. Síðan landið gjørdist frælst ríki í 1991, hava viðurskiftini verið spent ímillum estlendingar og russarar í Estlandi, sum eru triðingur av fólkinum.

Um triðingur av estlendska fólkinum býr í høvuðsstaðnum Tallinn ella tætt við hann. Mong ferðafólk, helst úr Finnlandi, koma til býin, og serliga eru tað gomlu miðaldarbýlingarnir, ið draga fólk til sín.

Baltalond

Í útnirðingshorninum á teimum ovurstóru víddum, sum einaferð vóru Sovjetsamveldið, eru nú fyra sjálvstøðug lond. Trý teirra, Estland, Lettland og Litava, eru út ímóti Eystarasalti. Hesi trý londini verða undir einum kallað Baltalond. Fjórða landið, Hvítarussland, er inni í landinum. Lendið er láglendi við heyggjum, áum, vøtnum og mýrum; veðurlagið er kalt og vátligt. Lítið ráevni er í hesum strálbygdu londum. Mentanin er ymisk úr landi í land, og fólkið er illa roynt og hevur í øldir tolt nógv, tí at tey hava leingi staðið undir øðrum størri tjóðum. Londini hava verið vígvøllur í stórveldabardøgum.

Frælsisstríðið í teimum trimum Baltalondunum átti sín stóra part í, at Sovjetsamveldið fall í 1991. Eitt av frælsistiltøkunum var, at fólk tóku saman hendur og gjørdu manngarð ígjøgnum øll trý londini. Baltafólkini royna nú at knýta samstarvsbond við grannalond síni, serstakliga Pólland og Finnland.

Av tí at dyrkilendið nógvastaðni ikki er so gott, og veðurlagið er kalt og vátligt, er avmarkað, hvat veksur. Høvuðsgrøði er korn, epli og sukurrøtur. Vátligu markirnar verða nýttar til beiti. Fiskiskapur er týdningarmikil vinnuvegur í Baltalondum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Tallin

Vídd: 45.215 km2

Fólkatal: 1.335.000

Alment mál: estiskt

Átrúnaður: kristindómur 90%, aðrir 10%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kroon (EEK)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017