• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Eysturríki

Eysturríki var einaferð miðdepil í stóra keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn. Í 1918 gjørdist Eysturríki sjálvstøðugt ríki. Vestari og mittasti partur í Eysturríki eru fjallalendi, men so lækkar landið so líðandi norðureystur á fruktagóða láglendið. Uppi í líðunum ganga neyt, seyður og geitir á biti, og fyri norðan er gott korn- og fruktlendi. Eysturríki er væl ment ídnaðarland, ið ger jarn, stál, maskinur og evnafrøðilig evni. Landið fór upp í ES í 1995.

Ferðavinnan er 15% (1999) av inntøkum landsins. Umframt at vitja søguligu býirnar í Eysturríki, koma ferðafólk higar at standa á skíðum ella ganga í fjøllunum. Her eru nakrir av bestu vetrarítróttarstaðum í heiminum, og um summarið eru stóru vøtnini yndað ferðamannamál. Myndugleikarnir eru nú farnir at friða og verja ymisk øki, tí at ovurnógva ferðavinnan fer so illa við umhvørvinum.

Høvuðsstaðurin Wien var í gomlum døgum glógvandi miðdepilin í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn. Í 17. og 18. øld var hann av glæsiligastu býum í Evropa, og nú á døgum koma mong fólk higar at síggja stórbæru byggifrøðilistina úr hesum tíðum. Onnur koma at lesa ella at njóta tónleik - keisarabýurin dró nógvar tónasmiðir til sín, sum vónaðu, at eysturríkski aðalin ella enntá keisarin fór at stuðla teimum, t.d. vóru bæði Mozart og Beethoven í Wien.

Matsiðirnir úr mongu londunum, sum einaferð hoyrdu til stóra keisararíkið, hava sett sín dám á eysturríkska matgerð. Kendi rætturin Wiener Schnitzel - steikt stykki av roðaðum kálva- ella svínakjøti - er helst úr Italia. Kaffistovurnar í Wien eru heimsgitnar fyri nógvu køkurnar og annan bakstur.

Fyrr var vanligt, at húsini á gørðunum í fjøllunum vóru av viði, tí at ov mikið var av skógi. Dýr, fólk og hoyløða vóru ofta undir somu lon. Hoyggið var uppi á loftinum, húsfólkið í miðhæddini og fenaðurin í kjallaranum. Hesi hús eru enn at síggja sumstaðni á bygd, hóast nógva ferðafólkið hevur broytt bygdirnar og bygdalívið.

Lítið kol er í Eysturríki og eingin olja, og tí má landið útvega sær ravmagn á annan hátt. Nógvar, stórar áir og brattir dalar gera, at væl ber til at gera vatnbyrgingar og veita vatn oman í orkuverk ígjøgnum rør og tunlar.

Alpurnar

Í Sveis, Eysturríki og í lítla landinum Liktinstein eru hægstu fjøll í Evropa, Alpurnar. Høga fjallalendið er atvold til, at londini eru skipað, sum tey eru, politiskt, tí at so ilt hevur verið at komið fram í høgu fjøllunum. Sveis og Eysturíki eru býtt í landslutir, ið hava rættiliga nógv vald á egnum viðurskiftum. Londini hava ikki samband beinleiðis við sjógv, og ráevni eru næstan eingi, tí hava øll trý londini verið noydd at hava góð viðurskifti við grannar sínar og skipa ídnaðin soleiðis, at hann krevur lítla rávøru.

Høgu Alpurnar eru tvørtur um Sveis og Eysturíki og gera natúrligt mark ímillum norðara part av Evropa og londini suðuri við Miðjarðarhav. Fyrr máttu fólk fara norður ella suður um Alpurnar ígjøgnum trong skørð, sum javnan vórðu avkavað. Nú er framkomandi eftir vegi ella jarnbreyt alt árið, tí at høgar brýr eru bygdar, og tunlar eru skotnir ígjøgnum fjøllini. Sveisisk byggifeløg eru vorðin ímillum tey fremstu í heiminum at gera tunlar.

Gróðurin í Alpunum er gott dømi um, hvussu nógv hitalagið ávirkar gróðrarlíkindini. Ovast vaksa bara harðførastu plantur. Leyvskógur veksur niðri í dølunum, ovari veksur nálaskógur, hann tolir meiri kava, tí at greinarnar eru bendar niðureftir. Oman fyri skógarmarkið er berligt kjarrlendi, og har vaksa lágar blómuplantur.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Wien

Vídd: 83.871 km2

Fólkatal: 8.361.000

Alment mál: týskt

Átrúnaður: kristindómur 91%, islam 2%, aðrir 7

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017