• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Føroyar

Føroyar liggja í Atlantshavi. Úr Føroyum er næstan líka langt til Noregs, Íslands og Skotlands. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi, sól, regn og mjørki.

Føroyar eru 18 oyggjar, 16 eru bygdar. Føroyska samfelagið hevur altíð havt gott samband við hini Norðurlondini. Føroyar eru partur í danska kongsríkinum. Lóggávuvaldið í sermálum er hjá løgtinginum, sum er frá landnámstíð. Við heimastýrislógini frá 1948 hevur landsstýrið útinnandi vald í sermálum. Oyggjarnar vórðu til úr eldgosum tíðliga í tertiertíðini, fyri einum 55-60 mió. árum síðan. Nú er einki gosvirkni. Landslagið er upp gjøgnum tíðirnar evnað til av jøklum, jøkulvatni, veðri, vindi og sjógvi. Flestu oyggjarnar eru langar og smalar. Ikki er langt um firðir og sund, men ofta er streymhart. Oyggjarnar vóru bygdar fyri 1200-1300 árum síðani. Málið er nær skylt íslendskum og vesturnorskum. Milda og slavna veðurlagið er gott til seyðahald, sum var høvuðsvinna. Nú hava fiskivinnan og onnur vinna knýtt at henni størsta búskaparliga týdningin.

Minsti høvuðsstaður í Norðurlondum er Havnin. Umleið 1/3 av fólkinum býr í Havnini, og enn flyta fólk til Havnar. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnarøkið hevur stóran týdning.

Landbúnaðurin hevur hesi seinnu árini aftur fingið størri týdning. Nógv er velt upp úr nýggjum, og fleiri tíðarhóskandi fjós eru bygd. Í Føroyum eru uml. 70.000 áseyðir og 1200 neyt. Undan hesum 1200 neytunum fæst øll mjólkin, ið neyðug er.

400 festibøndur sita við umleið helvtini av jørðini, og uml. 5.000 óðalsmenn eiga hina helvtina. Stórur partur av innangarðsjørðini er traðarbrúk.

Festini verða arvað, og á størsta garðinum í Føroyum, sum er í Kirkjubø, hevur sama ætt sitið síðan 1557. Garðurin er 20 merkur. Hagin ber 400 áseyðir, og har eru 24 mjólkneyt.

Føroyingar fiska á fjarleiðum, í Barentshavi, undir Grønlandi og Kanada; á miðleiðum, undir Íslandi og í Norðsjónum; á nærleiðum, undir Føroyum og á Føroya Banka. Á fjarleiðum fiska stóru saltfiska-, rækju- og flakatrolararnir og frystilínuskipini. Á nærleiðum fiska ísfiskatrolararnir og útróðrarbátarnir. Nótaskipini fiska undir Føroyum, undir Íslandi og í Barentshavinum.

Í øldir var fuglurin stórur partur í føroyska húsarhaldinum. Nú verður fuglur næstan ikki veiddur; men á fuglaplássum royna tey, at siðirnir ikki detta burtur. Seinastu nógvu árini hevur hetta verið trupult, tí at fuglastovnarnir eru minkaðir so nógv.

Ferðasamband er millum bygd og bý eftir vegum, um brýr, ígjøgnum berghol, við skipum og tyrlum. Tyrlurnar verða mest nýttar til útoyggjarnar, tí at mangan er so ringt í sjónum, at ikki er leggjandi at. Regluligt ferðasamband er til grannalondini við skipi og flogfari. Um summarið sigla ferjur við ferðafólki, men um veturin sigla bara farmaskip. 14 tímar eru at sigla til Íslands og einir 30 til Danmarkar.

Uml. 2 tímar eru at flúgva ímillum.

Hvønn dag flúgva flogfør til Danmarkar, og nakrar ferðir um vikuna verður flogið til Íslands. Summi ár hevur verið flogið t.d. til Skotlands eisini. Atlantsflog fór í 1991 at flúgva til Billund í Jútlandi. Um summari verður eisini flogið til Bergen í Noregi og London í Onglandi.  

Kelda:  Heimur okkara - Alfrøði 1. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.

 
Merkið

Høvuðsstaður
Tórshavn

Vídd: 1399 km2

Fólkatal: 48.532

Alment mál:
føroyskt

Átrúnaður:
kristindómur

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: donsk króna (DKK) føroyskir seðlar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017