• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Georgia

Georgia er fjallaland. Kavkasusfjøll eru sum ein stórur marknamúrur norður ímóti Russlandi og vestur ímóti Svartahavi. Gróðrarlíkindini eru góð, jørðin fruktar væl, so umstøðurnar at dyrka vínber eru av teimum bestu. Georgia liggur soleiðis fyri - ímillum Svartahav og Kaspiskahav - at oljuflutningur og annar vøruflutningur ímillum londini her fer ígjøgnum landið.

Høvuðsstaðurin í Georgia, Tblisi, er bygdur í brøttu líðini niðan frá Kuraá. Tbilisi er av sonnum fjølmentaður býur, stutt hvørt frá øðrum eru sýnagoka, moska, georgisk basilika (fornkirkja), armensk kirkja og persiskt eldtilbiðjaratempul.

Georgia eigur sjáldsamt heimsmet. Ongastaðni í heiminum gerast so mong fólk eldri enn 100 ára gomul. Enntá er ikki óvanligt, at fólk eru frísk og ferðug, tá ið tey eru farin upp um 120 ár. Granskarar vita ikki, hví tey liva so leingi, men teir halda, at góða veðurlagið, sunnur kostur, nógv útiarbeiði og óstrongda bygdalívið eru atvoldin til, at fólk gerast so gomul.

Kavkasuslýðveldini

Langt eysturi í Evropa eru londini Ukraina og Moldava; landslagið er slætt, og jørðin er fruktagóð. Longri eysturi, ímillum Svartahav og Kaspiskahav, eru tey trý Kavkasuslýðveldini, Georgia, Armenia og Aserbadjan. Í 17. øld tók russiska zarveldið yvirræðið í hesum londum, og tá ið Sovjetsamveldið varð stovnað, gjørdust lýðveldini partur í tí. Londini fingu frælsið, tá ið Sovjetsamveldið fall fyrst í 1990-árunum. Fruktagóða landbúnaðarjørðin og stóra ráevnistilfeingið hava gjørt, at hesi lond eru ímillum tey ríkastu í gamla Sovjetsamveldinum. Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyri tiltikna russiska vetrarkuldanum. Tað hevur við sær, at her er stór ferðavinna, helst á strondini við Svartahav.

Mesta fólkið í Ukraina og Moldava eru evropeisk og slavisk; men í Kavkasuslýðveldunum eru fleiri enn 50 fólkasløg. Sovjetstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í stóra samveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan. Men mong fólkasløg á hesum leiðum hava eina ríka og stórbæra søgu og hava tvíhildið um egið mál og egna mentan.

Tá ið Sovjetsamveldið fall í 1991, og hesi lond gjørdust sjálvstøðug, tók hart stríð seg upp. Ymsar smátjóðir krevja at fáa vald yvir sínum landi; harðast hevur leikað á í Kavkasuslýðveldunum. Í Ukraina og Moldava eru viðurskiftini ring ímillum uppruna fólkið og mongu russarnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini.

Í hesum landøkjum er nógv kol, olja og gass, og londini gera og lata ógvuliga nógva orku. Í 1990 lótu hesi lond fjórðingin av allari orkuni, Sovjetsamveldið nýtti. Umframt kol úr Donetslækkanum í Ukraina og olju og gass úr Aserbadjan eru her eisini bygd kjarnorkuverk, vatnorkuverk og vindorkuverk. Nógvur metalmálmur, t.d. jarn, mangan, blýggj, sink, kopar og uran, koma eisini hiðani.

Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyr kalda høgættarvindinum norðan av russisku víddunum. Tað ger, at grøði, sum ikki veksur aðrastaðni í gamla Sovjetsamveldinum, veksur væl her, til dømis te, vínber, nøtir, tubbak og bummull, sum verða seld gomlu sovjetisku lýðveldunum. Neyt og seyður ganga á biti í hálendinum.

Á ovurvíðu fløtunum í Ukraina og Moldava eru akrar, so langt eygað ber. Kornsløgini, teir dyrkað, eru hveiti, bygg, havri og mais. Her er ikki so nógv avfall sum í Kavkasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar - tær størstu eru Dnepr og Dnjestr - gera, at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Tblisi

Vídd: 69.700 km2

Fólkatal: 4.395.000

Alment mál: georgiskt

Átrúnaður: kristindómur 83%, islam 11%, aðrir 6%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: lari (GEL)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017