• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Grikkaland

Syðst á Balkannesi er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londum í Evropa. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í um 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 tóku teir syðru Sporaduoyggjar aftur frá turkum. Grikkaland er fjallaland, har eru fleiri enn 2.000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er fátækasta landið í ES. Men nú gongur framá búskaparliga, og stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veita landinum stóra inntøku.

Bara triðingurin av Grikkalandi er nýtiligur sum landbúnaðarlendi, og yvirhøvur er jørðin kørg og grýtut. Tí er nógv arbeiði av at veltajørðina. Triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í Evropa. Høvuðsgrøði er oljuber. Oljutræið verður dyrkað í líðunum í hálendinum um alt landið. Grikkaland er triðstørsta oljuberjaland í heiminum, næst eftir Spania og Italia. Grikkar dyrka eisini aðra grøði, t.d. vínber, fikur, bummull, tomatir, tubbak, aldinfrukt og aðra frukt.

Mesti flutningur í Grikkalandi er enn sjóvegis. Stórur farmaflutningsfloti flytur neyðsynjarvørur og lidnar ídnaðarvørur ímillum oyggjarnar og meginlandið, og tíðliga og seint sigla ferjur við akførum, grikkum og ferðafólki. Grikkar hava leingi havt mong skip í altjóða farmasigling, og grikski handilsflotin er nú tann størsti í heiminum.

Fleiri enn 8 mió. ferðafólk fara til Grikkalands á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, veðurgóðu oyggjunum í Grikkalandshavi og at síggja mongu fornminnini. Túsundtals grikkar starva í ferðavinnuni, t.d. Í gistingarhúsum, í handlum, á matstovum og sum bilførarar. Ferðavinnan hevur ovurstóran týdning fyri grikska búskapin. Griksku myndugleikarnir lata ferðavinnuni stuðul til útbyggingar. Í summum oyggjum hevur vinnan ment seg so skjótt, at trupulleikar hava staðist av tí, t.d. vatntrot. Seinastu árini hevur afturgongd verið í griksku ferðavinnuni, tí at fólk fara hagar, bíligari er at ferðast.

Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-orto-doksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Prestarnir hava týðandi leiklut í samfelagslívinum og eru viðurkendir sum oddamenn í heimbygdum sínum. Ikki er loyvt at hava standmyndir í kirkjunum, men halgimyndir - nevndar ikonur - eru vanligar.

Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í Grikkalandi var Akropolis, har 2.500 ára gomlu toftirnar av Parthenontemplinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði. Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í høvuðsstaðnum, Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í vikuni.

Toftir av gomlum templum og øðrum bygningum úr aldagomlu og ríku søgu Grikkalands eru enn at síggja um alt landið. Frá um 2000 f.Kr. vóru mætar mentanir bæði í Kreta og í Mykene í Peleponnes. Í 5. øld f. Kr. tóku seg upp máttmikil býarríki, t.d. Athen og Sparta. Heimspekingar, støddfrøðingar, byggifrøðingar, myndhøggarar og leikritahøvundar skapaðu eina mentan, ið var borin um alt Miðjarðarhav og Svartahav.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður:
Athen

Vídd: 131.990 km2

Fólkatal: 11.147.000

Alment mál: grikst

Átrúnaður: 
kristindómur 98%, islam 1%, og aðrir 1%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017