• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Hvítarussland

Hvítarussland er fátækt landbúnaðarland, tað er strálbygt, og náttúrutilfeingið er lítið. Kortini eru korini nógv batnað síðan 1960-árini, tá ið farið varð at menna ídnaðin og byggja betri hús. Spreingingin á kjarnorkuverkinum í ukrainska býnum Tjernobyl í 1986 elvdi stóran skaða í Hvítarusslandi, mong fólk máttu verða flutt heiman, og mong gjørdust og gerast alsamt sjúk av geislavirknu dálkingini, ið stóðst av vanlukkuni. Tveyhundrað ár við russiskum yvirræði endaðu í 1991 við falli Sovjetsamveldisins, og Hvítarussland gjørdist sjálvstøðugt land.

Minsk er miðskeiðis í landinum. Hóast býurin var skotin í sor í seinna heimsbardaga, hevur hann í friðartíð verið stjórnarbýur og miðdepil í útbúgving, mentan og samskifti. Seinastu árini hevur menningin í ídnaðinum havt við sær, at býurin er nógv vaksin. Minsk er høvuðssæti hjá SNG, ið er ríkjasamband við 12 sovjetlýðveldum, ið vóru.

Tungídnaður, sum oljureinsing og maskinur, hava stóran týdning fyri Hvítarussland. Tá ið sovjetstýrið ráddi, vórðu bygdar stórar verksmiðjur, sum virkaðu ráevni úr Russlandi og Ukraina. Virðismikil ráevni, t.d. olja, steinsalt og ymisk sandsløg, eru funnin í landinum. Sandurin verður nýttur til glasgerð.

Tá ið sovjetstýrið ráddi, lærdu næstan allir hvítarussar at lesa og skriva, og næmingarnir høvdu undirvísingarskyldu í 10 ár. Góða skúlagrundarlagið hevur ríkað mentanina, og bókmentir og tónleikur eru høgt í metum ímillum manna.

Stór øki í í syðra parti í Hvítarusslandi eru mýrilendi, og Pripetmýrarnar báðumegin Pripetánna eru størstu mýrar í Evropa. Her veksur nógvur skógur, t.d. fura, eik, elri og askur, og skógarvinna er týðandi ídnaður á hesum leiðum. Nógv dýr, t.d. elgur, geypa, villsvín og rýpa, halda til í mýrunum og í  skógunum.

Nógvur soppur veksur í tættu og slavnu skógunum; og so væl dámar fólki at henta soppar, at tað verður nevnt tjóðarítrótt Hvítarusslands. Soppar og epli eru høvuðsføðsla. Kókað epli, gjørd til á ymsan hátt, verða etin til morgunmat, døgurða og nátturða. Soppar í súrróma verða etnir aftur við steiktum kjøti av t.d. kanin og svíni. Hvítarussar bæði salta, turka og súlta soppar, men teir verða eisini etnir feskir.

Baltalond

Í útnirðingshorninum á teimum ovurstóru víddum, sum einaferð vóru Sovjetsamveldið, eru nú fyra sjálvstøðug lond. Trý teirra, Estland, Lettland og Litava, eru út ímóti Eystarasalti. Hesi trý londini verða undir einum kallað Baltalond. Fjórða landið, Hvítarussland, er inni í landinum. Lendið er láglendi við heyggjum, áum, vøtnum og mýrum; veðurlagið er kalt og vátligt. Lítið ráevni er í hesum strálbygdu londum. Mentanin er ymisk úr landi í land, og fólkið er illa roynt og hevur í øldir tolt nógv, tí at tey hava leingi staðið undir øðrum størri tjóðum. Londini hava verið vígvøllur í stórveldabardøgum.

Frælsisstríðið í teimum trimum Baltalondunum átti sín stóra part í, at Sovjetsamveldið fall í 1991. Eitt av frælsistiltøkunum var, at fólk tóku saman hendur og gjørdu manngarð ígjøgnum øll trý londini. Baltafólkini royna nú at knýta samstarvsbond við grannalond síni, serstakliga Pólland og Finnland.

Av tí at dyrkilendið nógvastaðni ikki er so gott, og veðurlagið er kalt og vátligt, er avmarkað, hvat veksur. Høvuðsgrøði er korn, epli og sukurrøtur. Vátligu markirnar verða nýttar til beiti. Fiskiskapur er týdningarmikil vinnuvegur í Baltalondum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Minsk

Vídd: 207.600 km2

Fólkatal: 9.689.000

Alment mál: hvítarussiskt

Átrúnaður: kristindómur 68%, aðrir 32%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: hvítarussiskur rubil (BYR)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017