• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Kosovo

Kosovo ella Lýðveldið Kosovo er í miðjuni av Balkanhálvoynni í Suðurevropa. Kosovo hevur mark til Makedónia, Albania, Montenegro og Serbia.

17. februar 2008 lýsti Kosovo seg sjálvstøðugt frá Serbia. Í vikuni eftir 17. februar viðurkendu fleiri lond Kosovo sum sjálvstøðugt land, fyrst USA og síðani Norðurlond og fleiri lond í vesturevropa. Russland og Serbia, sum Kosovo fyrr hevur verið partur av, viðurkenna ikki Kosovo sum sjálvstøðugt land, men meta landið sum ein sjálvstýrandi landslut í Serbia.

Kosovo var syðsti landsluturin í Juguslavia. Størsti býurin og høvuðsstaður er Priština. 90% av fólkinum albanar. Almennu málini eru tvey í tali, albanskt og serbiskt.

Vesturbalkan

Stórur partur av Vesturbalkan er fjallalendi. Orðið "balkan" merkir "fjøll". Fyrstir at nýta hetta orð um hesi lond vóru turkar, sum ráddu á øllum Balkannesi úr 15. øld til fyrst í 20. øld. Frá 1918 til 1991 vórðu øll londini á Vesturbalkan uppi í samveldisríkinum Jugoslavia, tó ikki Albania, sum varð verandi frælst, óheft ríki. Meðan sterki kommunistaovastin Tito ráddi, eydnaðist myndugleikunum at hava tamarhald á spenninginum ímillum øll fólkasløgini; men tá ið hann doyði, og kommunisman í Eysturevropa og Sovjetsamveldinum fall, kyknaði avgamla stríðið ímillum fólkasløgini upp aftur. Tað elvdi til, at Jugoslavia varð syndrað, og herviligt borgarakríggj brast á. Kríggið vardi í 4 ár frá 1991-95.

Alt síðan fornøld hava mong ymisk heimsríki havt hesi lond undir sær, og hvørt teirra hevur havt sína ávirkan á málið, klædnabúnan og átrúnaðin hjá fólki. Her í bosniska býnum Mostar daga kirkjuspírini á ortodoksu kirkjuni, á rómversk-katólsku kirkjuni og islamsk moskutorn upp ímóti luftini. Islam kom henda vegin við turkum, tá ið teir tóku hesi lond í 15. øld. Nú á døgum koma aðrar mentanir aftur at teimum, ið hava verið frammi, so hvørt ymsu tjóðirnar royna at endurskapa samleika sín.

Í mongu dølunum veksur nógvur leyvskógur og nálaskógur. Men bratta og grunna fjallalendið er frálíkt til landbúnað. Mesti landbúnaðurin er fram við áirnar, serliga við Donau. Har verður nógv grønmeti dyrkað, t.d. hvítkál, paprika og bønir; á víðu, grasgóðu fløtunum er nógv neytahald.

 

Høvuðsstaður:
Pristina

Vídd: 10.908 km2

Fólkatal: 1.859.000

Alment mál: albanskt og serbiskt

Átrúnaður: ortodoks kristin, katolikkar og islam

Stýrirlag: tjóðveldi

Gjaldoyra: evra (EUR)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017