• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Liktinstein

Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við Sveis og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis. Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan.

Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin landbúnaður, blómandi smáídnaður og ferðavinna veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land.

Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10% av árligu ríkisinntøkunum.

Alpurnar

Í Sveis, Eysturríki og í lítla landinum Liktinstein eru hægstu fjøll í Evropa, Alpurnar. Høga fjallalendið er atvold til, at londini eru skipað, sum tey eru, politiskt, tí at so ilt hevur verið at komið fram í høgu fjøllunum. Sveis og Eysturíki eru býtt í landslutir, ið hava rættiliga nógv vald á egnum viðurskiftum. Londini hava ikki samband beinleiðis við sjógv, og ráevni eru næstan eingi, tí hava øll trý londini verið noydd at hava góð viðurskifti við grannar sínar og skipa ídnaðin soleiðis, at hann krevur lítla rávøru.

Høgu Alpurnar eru tvørtur um Sveis og Eysturíki og gera natúrligt mark ímillum norðara part av Evropa og londini suðuri við Miðjarðarhav. Fyrr máttu fólk fara norður ella suður um Alpurnar ígjøgnum trong skørð, sum javnan vórðu avkavað. Nú er framkomandi eftir vegi ella jarnbreyt alt árið, tí at høgar brýr eru bygdar, og tunlar eru skotnir ígjøgnum fjøllini. Sveisisk byggifeløg eru vorðin ímillum tey fremstu í heiminum at gera tunlar.

Gróðurin í Alpunum er gott dømi um, hvussu nógv hitalagið ávirkar gróðrarlíkindini. Ovast vaksa bara harðførastu plantur. Leyvskógur veksur niðri í dølunum, ovari veksur nálaskógur, hann tolir meiri kava, tí at greinarnar eru bendar niðureftir. Oman fyri skógarmarkið er berligt kjarrlendi, og har vaksa lágar blómuplantur.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Vaduz

Vídd: 160 km2

Fólkatal: 35.000

Alment mál: týskt

Átrúnaður: kristindómur 95%, aðrir 5

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: sveisiskur frankur (CHF)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017