• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heimsins lond

 

Malta

Av tí at Malta liggur soleiðis fyri, at nógv skipaferðsla á Miðjarðarhavi er har í nánd, hava ymisk fremmand ríki rátt har í øldir. Men í 1964 gjørdist Malta sjálvstøðugt land. Tað, at teir hava staðið so leingi undir øðrum, er kanska atvold til, at maltesar eru so tjóðskaparsinnað fólk. Flestu fólk eru katolikkar og tala sítt egna mál. Malta er tvær meginoyggjar, Malta og Gozo, og lítla oyggin Comino.  

Stóra havnin í høvuðsstaðnum, Valletta ber boð um, hvussu stóran týdning skipaferðslan hevur fyri maltiska búskapin. Soleiðis hevur verið í øldir, tí at Malta var mitt á leiðini, sum handilsskipini sigldu ímillum Evropa, Ásia og Afrika. Enn leggja mong skip at í Malta, t.d. at taka útgerð og olju og at umvæla skipið.

Ferðavinnan hevur stóran týdning í Malta. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkirnar, sum draga fólk higar. Eitt annað, ferðafólk koma at síggja, eru vøkru bygningarnir, sum vórðu reistir, meðan rómverjar og seinni býsantinar ráddu í Malta. Seinni er byggilistin eisini ávirkað av italskari og bretskari byggilist. Jørðin er kørg, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Seinastu árini hevur ymiskur smáídnaður, t.d. klædnaídnaður, vundið nógv upp á seg

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Valetta

Vídd: 320 km2

Fólkatal: 414.000

Alment mál: maltiskt og enskt

Átrúnaður: kristindómur 100%

Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017