• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Norðurírland

Í 1921 býtti bretska stjórnin oynna Írland í tvíningar. Tey 26 greivadømini har suðuri gjørdust sjálvstøðuga landið Eire, men tey 6 greivadømini har norðuri vórðu verandi bretsk, nevnd Norðurírland. Norðurírland er miðdepil í skipabygging og klædnaídnaði. Hóast mong arbeiða í smáídnaði og landbúnaði, so er arbeiðsloysi ógvuliga stórt.

Síðan 1960-árini hevur politiskur ófriður verið í Norðurírlandi og høvuðsstaðnum Belfast. Mongu protestantarnir, sum eru ættaðir frá bretskum tilflytarum, vilja framvegis verða undir bretskum yvirvaldi, men írsku katolikkarnir, sum hava verið við sviðusoð, bæði hvat viðvíkur arbeiði og bústaðarviðurskiftum, vilja sleppa upp í írska lýðveldið. Báðir partar hava vápnaðar deildir, og írski lýðveldisherðurin (IRA) hevur eisini fleiri ferðir søkt at í Onglandi. Írska og bretska stjórnin hava roynt at fingið partarnar at semjast. Í 1998 eydnaðist so at fáa friðaravtalu - Good Friday Agreement - í lag ímillum partarnar.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Norðurírland hevur einki alment góðkent flagg, ístaðinfyri verður Union Jack nýtt.
Ulster flaggið (omanfyri) varð nýtt í tíðarskeiðnum 1953-72.

Høvuðsstaður: Belfast

Vídd: 13.843 km2

Fólkatal: 1.789.000

Alment mál: enskt, írskt

Átrúnaður: kristindómur

Stýrirlag: Konstitutionelt monarki

Gjaldoyra: bretskt pund (GBP)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017