• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Russland

Russland er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum - Evropa og Asia - og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni; í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi. Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti.

Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum - 100 milliónir - búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russlandi býr í stórum býum, t.d. Moskva, høvuðsstaði landsins, og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volgaá. Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg; fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað.

Býlingurin Kreml í Moskva er góð spegilsmynd av politisku søgu Russlands. Zararnir (keisararnir), sum ráddu í Russlandi í mangar øldir, búðu her, til Kreml gjørdist høvuðssætið hjá heimsins fyrstu kommunistisku stjórn í 1917. Fá ár eftir Sovjetsamveldið varð stovnað, gjørdist tað ídnaðarligt og hernaðarligt stórveldi; men stýrið virdi ikki mannarættindini. Kommunistiska samveldið fall í 1991, og nýggju valdsharrarnir í Russlandi halda nú til í Kreml.

Prýðiligi býurin St. Pætursborg við sínum nógvu áum og veitum verður eisini nevndur "Norðurlendski Venezia". Hann er miðdepil í list og mentan, og har eru mangir bæriligir bygningar úr 18. øld. Býurin var høvuðsstaður í Russlandi frá 1713 til 1917. Meðan kommunistarnir ráddu, varð býarnavnið broytt til Leningrad at heiðra oddamannin fyri kollveltingini í 1917. Tá ið Sovjetsamveldið fór í søguna, fekk býurin gamla navnið aftur.

Balettin kom til Russlands úr Fraklandi í 19. øld, tí at tá var nógv mentanarligt og politiskt samband ímillum París og St. Pætursborg, sum tá var høvuðsstaður í Russlandi. Russar mentu gomlu balettina og gjørdu hana meira spennandi og skapandi. Nú á døgum eru Bolsjoj-balettin í Moskva og Kirov-balettin í St. Pætursborg kendar um allan heimin.

Gamli býurin Kasan við Volgaá er høvuðsstaður í sjálvstyrda lýðveldinum Tatarstan. Har búgva fleiri enn fýra milliónir tatarar. Teir eru islamskt fólk, ættaðir frá mongolum, sum tóku partar av Russlandi í 1240. Sovjetsku myndugleikarnir kúgaðu tatararnar og stongdu islamsku moskur teirra. Nú stríðast tatarar og mong onnur fólkasløg, ið ikki eru russisk, fyri at fáa frælsi í russiska samveldinum. Gamlir tatarasiðir eru kveiktir aftur til lívs og eru blómaðir upp aftur. Teir vilja sjálvir sleppa at stýra búskaparligu viðurskiftum sínum.

Stóra áin Volga tekur seg upp í ein útnyrðing úr Moskva og rennur so 3.530 km suðureftir í Kaspiskahav. Volgaá er týdningarmesti skipsflutningsvegur inni í Russlandi. Hundraðtals skip sigla hvønn dag eftir ánni við vøru til stóru ídnaðarøkini við ánna. Seks miklar byrgingar eru gjørdar um ánna. Við byrgingarnar eru stór orkuverk, ið gera ravmagn. Nógv vatn verður veitt úr Volgaá til fólkið, ið býr við áarbakkarnar og nærhendis

Av tí at veðurlagið er so kalt, eru bara 10% av Russlandi dyrkað lendi; mesti landbúnaðurin er í tí øki, sum verður kallað "fruktagóði tríhyrningurin". Einki annað land veltur so nógv bygg, havra, rug og epli sum Russland; og bara USA og Argentina velta meiri hveiti. Í 1950-árunum var stórt og berligt landøki í Miðrusslandi brotið upp úr nýggjum, tað størsta, sum er lagt inn og dyrkað í 20. øld. Nývelta akurlendið hevði við sær, at nú varð meiri dyrkað av fóðurplantum til dýr í lendinum fyri vestan.

Í mong ár kúgaði sovjetska stýrið russisk-ortodoksu kirkjuna, men tá ið kommunisman fall, slapp kirkjan aftur at mennast. Um alt landið verða kirkjur og kleystur nú latin upp aftur, og mong fólk ganga í kirkju. Nú ið Russland er fyri so stórum umskifti og ógvisligum broytingum, leita mangir russar sær til ortodoksu kirkjuna at finna ugga og tryggleika.

Høvuðsføðslan í Russlandi eru korn, epli, plantuolja og sukur, sum er heldur fitandi matur. Frukt, grønmeti og kjøt verður hildið at vera marglætiskostur. Seinastu árini er matvøruútboðið í stóru býunum vaksið, tí at meiri matur hevur verið at fingið. Vodka er sterkt brennivín, gjørt úr korni ella eplum, tað er tjóðardrykkur Russlands. Rúsdrekkamisnýtsla er stórur trupulleiki í landinum.

Í 1930-árunum lótu sovjetsku myndugleikarnir víðgitnu metroina í Moskva byggja. Breytarkervið greinar seg undir næstan øllum býnum, og um 7 mió. fólk nýta tað hvønn dag. Støðirnar eru djúpt undir jørð, so at tær eisini kunnu verða nýttar sum bumbuskýli. Mangar støðir eru prýddar við vøkrum málningum, høggmyndum og brotmyndum.

Nógv fleiri russisk mannfólk enn konufólk doyðu í øðrum heimsbardaga og í arbeiðslegunum, ið Stalin skipaði fyri. Av hesum eru fleiri konufólk enn mannfólk í Russlandi, og konufólk eru stívliga helvtin av verkafjøldini. Góðir barnaansingarmøguleikar og góð heilsuviðurskifti hava við sær, at konufólk kunnu fara út at arbeiða. Mong starva á jarnbreytum og sum buss- og sporvognaførarar. Á flestum verksmiðjum eru mong konufólk. Í summum yrkisgreinum, t.d. Í heilsu og skúlaverkinum, starvast nógv fleiri konur enn menn.

Í Sovjetsamveldinum vórðu nakrir stongdir býir og loynibýir, ið vórðu stongdir fyri almenninginum. Í stongdu býunum, sum Vladivostok, vórðu hernaðarstøðir og týdningarmikil ídnaður. Í loynibýunum varð krígsvísindagransking, serliga evnafrøðivápna- og kjarnorkuvápnagransking. Hesir býir vórðu ikki merktir á landkortið; vórðu bygdir í fjarskotnum lendi, langt av alfara leið, og væl vardir av vápnaðum vaktarliðum. Nú eru flestu stongdu býirnir latnir upp; men loynibýirnir eru enn stongdir.

Russiska tjóðskaparkenslan er vaksin seinastu árini, og hetta hevur m.a. kveikt lív í aftur gamalt russiskt listhandverk, fólkaævintýr, fólkadans og fólkatónleik. Góðir handverkarar gera skrín og og aðrar skreytlutir úr viði ella pappírsdeiggi, sum verða myndprýddir og lakkaðir.

Avgamla spælið talv gjørdist væl umtókt í Russlandi fyri øldum síðan, serliga til ítrivs og tíðarstyttingar myrku vetrarkvøldini. Talv er enn væl umtókt, og russiskir stórmeistarar, sum Spasskij, Karpov og Kasparov, hava leingi verið mætastu telvarar í heiminum. Tá ið altjóða kappingar eru, verða ovurstór talv sett upp á torgunum í mongum russiskum býum, so at fólkið kann fylgja talvinum

Sibiria

Eystan fyri Uralfjøll er asiatiski parturin í Russlandi. Hetta ovurstóra lendið, nevnt Sibiria, er størri í vídd enn USA og Vesturevropa eru tilsamans. Sibiria er ovurstórur, mest sum óbygdur landspartur, ið er heilt eystur at Kyrrahavi. Kortini búgva bara 40 milliónir fólk her. Meginparturin av Sibiria er tættur nálaskógur, ið russar nevna taiga. Í hesum breiða og langa skógarbelti er fjórðingurin av øllum viði í heiminum. Longri norður vit koma, tynri verður skógurin, tí verðurlagið verður kaldari. Norðan fyri skógarmarkið eru frostmýrarnar (tundra), har er frost í jørðini alt árið

Skógirnir í Sibiria eru sannur kovi og gott skjól hjá dýrum, t.d. rein, bjørn og íkorni, teir longu og køldu vetrarmánaðirnar. Her livir eisini størsti tikari í heiminunm - konga-tikarin ella sibiriatikarin. Hann hevur ógvuliga tjúkkan feld.

Sumstaðni í Sibiria er kaldari um veturin enn á Norðurpólinum. Norðan fyri skógarmarkið eru alstórar frostmýrar; men sunnanfyri er so mikið lýtt um summarið, at til ber at dyrka ymsar harðførar plantur. Í øldir var Sibiria mest sum ónomið land, og spjaddu fólkasløgini har livdu av at veiða og fiska. Men tá ið virðismikil steinsløg, t.d. gull og diamantar, vórðu funnin har, gjørdist tað grundarlagið undir ídnaði og búskaparligari menning víða um í Sibiria.

Kamtjatkahálvoyggin, ið gongur suður úr eystasta parti í Sibiria, er av avbyrgdastu landøkjum í Russlandi. Í sovjettíðini vóru ógvuliga nógvar herstøðir á Kamtjatka, tí at tað er so tætt við Japan og USA  Nú er hernaðarvirksemið nógv minkað, og fólkið leitar nú aftur til tann vinnuveg, ið var fyrr. Mong liva av at fiska í áunum og at rógva út, halda reindýr og veiða felddýr, t.d. kóp, sjóotur og bjørn.

Transsibiriajarnbreytini, løgd frá 1891-1905 - er heimsins longsta jarnbreyt, ið er í einum. Hon er av jaroslavlstøðini í Moskva eystur ígjøgnum alt landið til Vladivostok við japanshav, tað eru 9.440 km. Tokini koyra ígjøgnum átta klokkutíðir, og ferðin varir átta dagar. Seinastu tíðina er ferðslan so nógv vaksin, atjarnbreytir eru lagdar fram við henni og eystureftir, t.d. Bajkal-Amur jarnbreytin, ið varð løgd í 1985.

Í Sibiria, eru olja, gass, kol, metal, diamantar og gull. Nógv ráevni verður flutt eftir transsibiriajarnbreytini úr Sibiria til evropeiska partin í Russlandi. Í Vestursibiria er triðingurin av øllum gassi, sum funnið er í heiminum, umframt ovurstórar oljukeldur, haðan 8,4 milliónir føt verða tikin upp um dagin. Hetta er meiri enn tveir triðingar av oljuni, ið verður tikin upp í øllum Russlandi. Kalda og harðføra veðurlagið ger, at trupult er at faa fatur á ráevnini, og dýrt er eisini at leggja gass- og oljurørleiðingar úr hesum stóra og fjarskotna lendi.

Bajkalvatn, nevnt "Bláa eygað í Sibiria" er í Landsynningssibiria og er 31.468 km2 í vídd og 1.940 metrar djúpt. Tað er djúpasta vatn í heiminum og størsta vatn, har vatnið er púra fekst; her eru 27.000 km3 av vatni, sum eru 20% av øllum feskum vatni í heiminum. Seinastu árini hava skógarídnaður og evnafrøðiídnaður dálkað vatnið illa; hetta hevur fingið fólk at gera eitt stórt átak at sleppa hesi sjáldsomu náttúru undan at verða týnd.

Í øldir hava felddýraveiðimenn veitt hermalín, mink, sopla, geyp og rev. Til tess at forða fyri, at summi dýrasløg vórðu avoydd av ovurveiði, fóru sovjetsku myndugleikarnir at ala felddýr í gørðum. Feldurin av dýrum úr Sibiria verður seymaður til húgvur, jakkar, stivlafóður og handskafóður.

Jakutar, sum búgva í sjálvstyrda lýðveldinum Jakutia í Landnyrðingssibiria, eru vanir við kulda; tí har frystir javnan -45 °C um veturin. Motorar mega ganga alt samdøgrið, ella beinfrysta teir. Drekkivatn verður fingið til húsa í stórum ískubbum, sum tey saga burtur av ísinum í frystu áunum. Summarið her er stutt, og frostið fer sjáldan úr jørðini. Húsini verða sett á betongpallar ella viðarbular, og opið er undir grundini, so at nógva frostið ikki oyðileggur tey. Jakutar lata seg í tjúkk og heit klæði av dýrahúð og skinnfeldi. Stivlarnir eru seymaðir av lørifti og reindýraskinni, tí at kuldin er so nógvur, at leður frystir og sprotnar.

Nógv skógarvinna er í stóru nálaskógunum í Norðurrusslandi og Sibiria. Fyrr var mesta skógarvinnan í Norðurrusslandi, har lættari varð at koma til; men av tí at skógurin nógvastaðni varð ruddaður á hesum leiðum - og 80 ár ganga, til hann er vaksin aftur, er vinnan nú flutt eystur og suður í Sibiria. Mesti skógarídnaðurin er nú við Bajkalvatn og við ánna Amur, sum rennur í Okotskhav

Í gamla Sovjetsamveldinum varð alstórur dentur lagdur á ídnaðin. Stórir ídnaðardeplar vórðu bygdir í Uralfjøllum, har er nógvur jarnmálmur, og í Kusnetsk-lægdini í Suðursibiria, har nógv kol er. Ógvuliga nógv kol, jarn og annað metal varð brotið, og tungídnaðurin við stál-, jarn-, maskin-og evnafrøðigerð stýrdi búskapinum. Men nú má Russland gjalda dýrt fyri ídnaðarmenningina og ovurstóru framstigini, ið vóru. Mong virki eru gomul og slitin, úrtøkan lítil, og tey dálka ógvuliga illa.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Trikolor

Høvuðsstaður:
Moskva

Vídd: 17.075.400 km2

Fólkatal: 142.499.000

Alment mál: russiskt

Átrúnaður: 
russiskt ortodoksur kritindómur 75% aðrir 25%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: rubul (RUB)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017