• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Skandinavia

Tey trý Nordurlondini Svøríki, Noreg og Danmørk verða kallað Skandinavia. Saman við grannalandinum Finnlandi er hetta ovurstórt landøki; her býr lítið fólk, men umstøðurnar eru góðar, og samfelagsskipanin er soleiðis, at øll skulu eiga part í vælferðini. Stórir partar av Noregi, Svøríki og Finnlandi eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í lendið í seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Noregi og Svøríki, men Finnland og fruktagóða Danmørk eru sløtt láglendi. Hesi fýra londini og Ísland, Føroyar, Grønland og Áland verða undir einum nevnd Norðurlond.

Fólkið í Norðurlondum

Meginparturin av fólkinum í hesum londum býr í býum við strendurnar ella við tey stóru vøtnini. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Flestu áirnar kundu ikki so væl nýtast til nógvan flutning, tí at tær eru ov smáar ella renna so stríðar. Allir norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru við sjógvin. Á myndini er Stockholm. Hann er á eysturstrond Svøríkis

Miðnáttarsól

Norðastu partarnir í Norðurnoregi, Norðursvøríki og Norðurfinnlandi eru norðan fyri norðurpólkring. Á hásumri setur sólin ikki her - og tað er ljóst alt samdøgrið. Á hávetri rísur sólin ikki - tað er myrkt alt samdøgrið. Longri norður vit koma, longri er midnáttarsól og eisini vetrarmyrkur. Norðast í hesum londum er myrkt næstan tveir mánaðir um veturin.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017