• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 
Tistilin er tjóðareyðkenni Skotlands.

Skotland

Til 1603 var Skotland sjálvstøðugt ríki. Tá gjørdist skotski kongurin eisini kongur í Onglandi. Skotland og skotar eru í mongum ólík Onglandi og onglendingum. Skotar hava egna rættarskipan og sjálvstøðuga undirvísingarskipan. Stórir partar av landinum eru høg fjøll og fjarskotnar kluftir og dalar. Flestir skotar búgva nú í ella nærhendis stóru býunum Glasgow og Edinburgh. Í skotska málinum eru nógv orð úr víkingatíð, ið minna um norrønt.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
The Flag of Scotland, eisini kent sum the Saint Andrew's Cross, ella vanligari The Saltire.

Høvuðsstaður: Edinburg

Vídd: 78.772 km2

Fólkatal: 5.168.500

Alment mál: enskt

Átrúnaður: kristindómur

Stýrðislag: konstitutionelt monarki

Gjaldoyra: bretskt pund - egnar pengaseðlar

Hagtøl

Wikipedia

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017