• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Spania

Spania verður ofta sett í samband við fiesta og flamenko. Flestu fólk eru katolikkar, og tá ið teir halda fiesta, er tað tíðum at minnast ymisk halgimenni; tá ganga teir skrúðgongu, spæla tónleik og dansa. Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1936-39 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðugum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.

Um 55 milliónir ferðafólk koma til Spania á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, sólljósu baðistrondunum og at síggja føgru, sjáldsomu byggifrøðilistina í býum sum Barcelona og Sevilla. Norðurevropeiskum ferðafólki dámar best at fara til strendurnar við Costa del Sol og Mallorka. Tarvafikting er vanligt undirhald í øllum stórum býum.

Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í Spania. Málini eru fleiri, t.d. katalónskt, gæliskt og euskera. Baskar, ið búgva í Norðurspania og nakað inn í Frakland, tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði málini eru. Almenna málið í Spania er kastilianskt, og allir skúlanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt. Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint; tey eta lítla máltíð, tá ið tey koma úr skúla, so spæla tey uttandura, til alt húskið fær sær nátturða um níggjutíðina.

Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 4 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Barcelona er næststørsti býur í Spania og høvuðsstaður í landslutinum Katalónia. Býurin er mitt í stórum ídnaðarøki. Í 1992 vóru OL-summarleikirnir í býnum.

Flamenko er navnið á fólkadansi og tónleiki, sum tók seg upp ímillum sigoynarar í Andalusia í 15. øld. Dansararnir eru í tjóðbúna - menninir í svørtum og konufólkini í síðum, prýddum kjólum. Teir smella hælirnar í gólvið og sláa kastanjetturnar í samlag við lagfasta gittartónleikin.

Landbúnaður og fiskivinna vóru grundarlagið undir spanska búskapinum. Nú á døgum er stórur stálídnaður í landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona. Har eru eisini nógvar bilverksmiðjur. Í 1980-árunum komu nógvar elektróniskar og hátøkniligar verksmiðjur; nógv av tí fíggjaðu útlendskar fyritøkur. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru korn, oljuber, vínber og aldinfruktir, helst appilsinir úr fruktagóða lendinum við Sevilla.

Lítla bretska hjálandið Gibraltar er 6,5 km2 í vídd, og um 30.000 fólk búgva har. Bretar tóku Gibraltar í 1704 at vissa sær, at teir kundu fáa siglt inn í Miðjarðarhav. Spania krevur ognarrættin; men á fólkaatkvøðu í 1967 var stórur meiriluti fyri at vera undir Bretlandi. Í mong ár var markið stongt, men í 1985 varð tað latið uppaftur.

Iberianes

Spania og Portugal eru londini á Iberianesi í Útsynningsevropa. Pyrineafjøll eru mark norðureftir ímóti Evropa, og Gibraltarsund er mark ímillum Iberianes og Afrika. Í øldir ráddu mórar, muslimskt fólk úr Norðurafrika, her, og tað vórðu teir, sum høvdu appilsintræið við sær higar. Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan tydning. Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES.

Stórur partur av Iberianesi er víður háslætti, nevndur Meseta. Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Rojigualda

Høvuðsstaður: Madrid

Vídd: 505.992 km2

Fólkatal: 44.279.000

Alment mál: spanskt (kastilianskt)

Átrúnaður: kristindómur 99%, aðrar 1%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017