• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Týskland

Týskland er í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Sum landamørkini eru nú, er tað ímillum tey yngstu ríkini í Evropa. Eftir annan heimsbardaga varð landið býtt í tvey ríki - Vesturtýskland, við vesturlendskari fólkaræðisskipan, og Eysturtýskland, sum var kommunistiskt. Men í 1990 vórðu týsku ríkini sameind aftur, og myndugleikarnir stríðast nú við at endurreisa búskapin í tí, ið var gamla Eysturtýskland, og at reinsa og rudda, tí at har varð illa dálkað, meðan kommunistarnir ráddu.

Týskland varð sameint 3. oktober 1990. Sameiningin stóðst av stórum mótmælistiltøkum ímóti eysturtýsku stjórnini, samstundis sum kommunisman í Sovjetsamveldinum fall. Berlinmúrurin, ið hevði verið ítøkiliga ímyndin av sundurbýtingini, varð brotin niður, og eysturtýskarar í hópatali flýddu til Vestur-berlins. Týska samveldisstjórnin, ið áður hevði høvuðssæti í Bonn, er nú flutt aftur til gamla høvuðsstaðin Berlin.

Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir Länder, og við einari samveldisstjórn, lík henni í USA. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, t.d. útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera t.d. bayrar (úr Bayern) og so týskarar.
 
Í 16. øld fanst týski munkurin Martin Luther harðliga at katólsku kirkjuni og læru hennara. Fólk tóku undir við Lutheri og kravdu ábøtur í katólsku kirkjuni. Rørslan varð kallað trúbótin og viðhaldsfólk hennara protestantar (av at protestera, mótmæla). Trúbótin fekk størstu undirtøkuna í Norðurtýsklandi, og flestir norðurtýskarar eru enn protestantar. Í Suðurtýsklandi eru flestu fólk katolikkar.

Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku alpunum fyri sunnan. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har.

Mongu áirnar og grivnu siglingarveitirnar í Týsklandi eru týdningarmiklar fyri farmaflutningin. Á stóru áunum, sum t.d. Ríná, slitnar so at siga ikki sundur ímillum prámarnar, ið flyta ferðagóðs um alt Týskland og til onnur lond í Miðevropa. Í eystara parti í landinum verður nógvur farmur fluttur eftir Oder til Póllands. Uppi á landi eru framúr góðir vegir og gott og vælskipað jarnbreytarkervi.

Ongastaðni í Týsklandi er so nógvur ídnaður sum í Ruhrdali, hann er eisini fjølbygdasta øki í landinum, og stutt er ímillum stórbýirnar. Í 19. øld vórðu týskarar varðugir við, at nógv kol var her. Tað hevði við sær, at Ruhrdalur gjørdist jarn- og stálídnaðardepil, sum gjørdist grundarlag undir týskum tungídnaði og bilídnaði. Í fyrstuni varð kolið høgt í syðra parti í koløkinum, tí har lá tað ikki so djúpt. Hesar lindirnar eru nú uppi. Mesta kolið verður nú høgt í djúpum námum norðari í Ruhrdali.

Kolaøkið í Ruhr er tað størsta í heiminum, og har verður høgt bæði brúnkol og steinkol. Brúnkolið er so ovarlaga, at har verður bara grivið oman av og so høgt; men steinkolið liggur so djúpt, at djúpar slokur mega verða grivnar niður á lindirnar. Ruhrøkið er nú í svárari kreppu. Kolið er farið at ganga undan, og aðrar orkukeldur koma fyri kol. Avleiðingarnar eru stórt vinnuloysi.

Týski ídnaðurin varð bygdur upp av nýggjum eftir annan heimsbardaga. Nú á døgum er Týskland eitt av heimsins framkomnastu ídnaðarlondum. Framgongdin hevur fyrst og fremst staðist av stóra virkisídnaðinum. Týskar ídnaðarvørur, sum t.d. lastbilar, skip, amboð, hvítvørur og persónbilar av slagnum VolkswagenOpelBMW og Mercedes, eru høgt í metum og verða seldar um allan heim.

Týski ídnaðurin mentist so skjótt, at ov lítið av verkafólki var í landinum, og í 1960-árunum komu fleiri túsund fólk úr Turkalandi og Jugoslavia til Týsklands at arbeiða. Men tó at liviumstøður teirra batnaðu, hevur ikki altíð verið so lætt, tí mong hava verið fyri mannamuni og hava ikki fmgið týskan ríkisborgararætt. Síðan 1990 eru fleiri enn 1 mió. fólk, ið tala týskt, flutt til Týsklands úr Eysturevropa.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Bundesflagge

Høvuðsstaður: Berlin

Vídd: 356.910 km2

Fólkatal: 82.599.000

Alment mál: týskt

Átrúnaður: kristindómur 82%, aðrar 18%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017