• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Vatikanríkið

Mitt í Róm er heimsins minsta frælsa ríki. Vatikanríkið gjørdist frælst í 1929. Her hevur katólska kirkjan høvuðssæti, og her býr pávin. Fyrr ráddi pávin fyri mongum ríkjum í Italia; men nú á døgum er bara Vatikanríkið eftir. Mong fólk koma higar at vitja, tí at hetta ríkið hevur stóran átrúnaðarligan týdning, og har eru stór mentanarsøvn. Vatikanið hevur egið flagg, egnan tjóðsang, egin frímerki og egnar myntir umframt dagblað og útvarpsstøð.    

Les meira.

Utsýnið av tekjuni á Pæturskirkju. Fremst er Pæturstorgið, sum altíð er fullsett av fólki, tá ið pávin talar og lýsir signingina yvir tey.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður: Vatikanríkið

Vídd: 0,44 km2

Fólkatal: 826

Alment mál: italskt, latín 

Átrúnaður: kristindómur 

Stýrðislag: pávadømi

Gjaldoyra: evra

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017