• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Norðuramerika

Norðuramerika eru londini Kanada, Sambandsríki Amerika (USA) og Meksiko, umframt heimsins størstu oyggj, Grønland. Í seinastu ístíð lá mikil ískappi um meginlandið, sum sumstaðni bryndi niður landslagið, dýpti láglendið við Stóruvøtn og legði eitt jaður av fruktagóðari mold oman á víðu grasfløturnar (preriuna) í Miðvestri. Rocky Mountains eru norðan úr Alaska og suður í New Mexico og eru ryggurin í meginlandinum. Eystanfyri eru Appalakkufjøll, og eystan og sunnan tey er lág strond. Í Eysturkanada er Kanadaskjøldur, ein ovurstór lægd við gomlum, niðurruddum fjøllum, sum nú liggja undir mold. Oyðimerkur eru í útsynningspartinum í USA og suður í Norðurmeksiko.

Størstu fjallaryggirnir í Norðuramerika, kavataktu Rocky Mountains og skógarklæddu Appalakkufjøll, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur. Klettafjøll á eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi. Appalakkufjøll eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður.

Djúpa og breiða gjógvin Grand Canyon varð til fyri milliónum árum síðan, so hvørt sum vatnið úr Coloradoá máaði seg niður í klettin. Í støðum er gjógvin 1.600 metrar djúp og hevur matað seg niður ígjøgnum klett, sum er 2000 milliónir ára gamal. Fjølbroyttar steinrenningar, funnar í bergvegginum, siga frá skiftandi jarðfrøðini í Grand Canyon.

Miðskeiðis í Kanada og USA eru stóru grasfløturnar ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.

Á markinum ímillum USA og Kanada eru Stóruvøtn, á enskum Great Lakes. Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Bara Michiganvatn, er sunnan fyri markið. Ímillum vøtnini eru grivnar siglingarveitir, og samband er við St. Lawrenceá, sum rennur út í Atlantshav. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar.

Stóra áin Mississippi rennur úr Minnesota og suður í Meksikoflógva. Tá ið skógurin varð feldur og grasfløtulendið varð velt um aldaskiftið, rann nógv mold burtur í áarføri og legðist á botn í ánni. Tað var javnan atvold til mikla vatnflóð og stórskaða. Hetta er batnað, síðan farið varð aftur at gróðurseta trø og byrgja ánna, men verður liggjandi avfall, floymir áin upp um áarbakkanar, og stórt lendi stendur undir í vatni.

Everglades í Florida er friðað mýrilendi við mongum sjáldsomum plantum og dýrum. Fyrr var lendið nógv størri, men partar av Everglades eru drenaðir og verða nýttir til sukurlundir. Norðari partur er víðførar sevmýrar við hólmum og grynkum. Sunnan fyri er vaðil (lendið, sum liggur turt á fjøru). Á oyrareingjunum eru saltar mýrar við mangrovugróðri.

Fyrstu amerikanararnir komu úr Asia um Beringssund fyri einum 50.000 árum síðan. Nú á døgum eru teir bara elalítil partur av fólkinum í USA og Kanada. Í 19. øld vórðu mangir indiánar beindir í egin friðingarøki, tá ið niðursetufólkið hevði tikið jørð teirra. Í Meksiko eru um 30% av fólkinum upprunafólk, t.d. mayaindiánar, og tey búgva víða um í landinum.

USA verður tíðum kallað ein

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
Kanada
Sambandsríki Amerika - USA
Meksiko
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017