• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Heimsins lond

 

Haiti

Haiti, sum er annað landið í oynni Hispaniola - hitt er Dominika Lýðveldið - er fátækasta land í vesturheiminum. Í 1791 gjørdu afrikanskir trælir, við Toussaint l'Ouverture á odda, uppreistur og feldu franska yvirvaldið, og Haiti gjørdist fyrsta svarta lýðveldið í heiminum. Í mong ár stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin Francois Duvalier, nevndur "Papa Doc", og til 1986 stýrdi sonur hansara "Baby Doc" í landinum. Politiskur ófriður er enn vanligur, og landið er blóðfátækt. Mangir haitianar fáast við voodoo-trúnna, ið hevur røtur aftur í afrikanskar náttúru-átrúnaðir og katólska trúgv. Voodoofólkini trúgva á máttmiklar andar, og dansur og tróttugur sláttur á halgar trummur er partur av voodoosiðum.
 
Flestir haitianar eru smábøndur og eiga eitt lítið jarðarstykki, har teir dyrka ymiskt til matna og halda geitir. Inntøka er at kalla eingin, og til tess at fáa dyrkilendi fella teir skógin. Ein partur av viðinum verður brendur til trækol og nýttur til brenni á bygd. Geitirnar fara illa við skóginum, ið eftir er. Hildið verður, at triðingurin av jørðini á Haiti nú er oyðilagdur.

Mangir haitianar royna at vinna sær pening til lívsins uppihald við at selja ferðafólki handgjørdar lutir, t.d. stráhattar og træskurðir, og eisini bjóða teir seg fram óalment at vísa ferðafólkið í kring. Síðan í 1930-árunum hava listamálarar í Haiti verið gitnir fyri sín einfalda, litfagra málningastíl, sum er ávirkaður av prýðingunum í voodootemplum.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguai, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Port-au-Prince

Vídd: 27.750 km2

Fólkatal: 9.719.932

Alment mál:
franskt, franskt kreólskt

Átrúnaður:
kristindómur 96% aðrir 4%

Stýrsilag:
fólakræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: gourde (HTG)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017