• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Panama

Panama er eiði ímillum norðuramerikanska og suðuramerikanska meginlandið. Ígjøgnum landið er Panamaveitin grivin; hon er siglingarleið ímillum Atlantshav og Kyrrahav og hevur stóran týdning í altjóða skipaferðslu. Veðurlagið er heitt og slavið, og har regnar illa, helst á Karibiastrondini. Inni í landinum er nógv fjallalendi. Besta landbúnaðarjørðin er á láglendinum við Kyrrahavsstrondina, har týdningarmesta grøðin er bananir, kaffi og sukur, sum verður dyrkað til útflutnings. Rækjufiskiskapur á grunnum vatni tætt inni við land er eisini tyðandi táttur í útflutningsvinnuni.

Siglingarveitin gjørdi Panama til miðdepil í altjóða handilsskapi og fíggjarvirksemi. Inntøkurnar av veitini og av fríhandilsøkjunum við veitina eru hjartatátturin í búskapi landsins. Síðan 1970 hevur Panama verið ímillum størstu og best umtóktu fíggjardeplarnar í heiminum, tí at har hevur verið so stórt skattafrælsi. 
Báðumegin veitina í Panamabýi eru stór handilshús og bankar.

Hvørt ár siglal 4.000 skip ígjøgnum Panamaveitina. Veitin, ið varð latin upp í 1914, er 82 km long og er, har hon er grynst, 12 m djúp. Fjøruti túsund menn, teir flestu úr Karibia, vóru við til at gera veitina, arbeiðið vardi 10 ár og kostaði 380 milliónir dollarar. Fleiri túsund arbeiðsmenn doyðu, tí at arbeiðsviðurskiftini vóru so ring. USA og Panama hava rikið veitina í felag, men í ár 2000 fekk Panama fult ræði á veitini.
 
Hæddarmunurin ímillum bæði heimshøvini - Atlandshav og Kyrrahav - og Gatunvatn er 26 m. Úr Atlantshavi verða skipini hevjað upp gjøgnum Gatunslúsurnar. Síðan fara tey ígjøgnum slúsurnar við Pedro Miguel og Miraflores og út í Kyrrahav. Tropuregn 9 mánaðir um árið hevur við sær, at nógv vatn er í Gatunvatni. Og tað er haðan, at vatn verður slept í slúsurnar.

Í Panama eru nógvar áir. Leirur, sandur og móra, sum áirnar bera við sær, gera, at áarlendið er avbera fruktagott og hóskar væl til grønmetisdyrkan. Har jørðin er kargari, verður velt nøkur ár, og so liggur hon sum opinekra, til hon er vorðin fruktagóð aftur natúrliga. Henda búnaðarhátt nevna tey roza.

Upprunafólkið í Panama var mest cuna-, guaymi-og chocoindiánar, men teir fækkaðust ógvuliga nógv, tá ið rannsóknarfarar úr Evropa komu higar í 16. øld. Cunaindiánar høvdu stórt vald í landinum og høvdu góðan handil, mest í kano fram við Karibiastrondini. Mætir høvdingar vórðu bornir í liggistóli. Nú á døgum búgva cunaindiánarnir í bygdum og lívbjarga sær við landbúnaði.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguai, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Panamabýur

Vídd: 75.520 km2

Fólkatal: 3.460.462

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 92% jødadómur og aðrir 8%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: balboa (PAB)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017