• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

USA (Sambandsríki Amerika)

Eftir færri enn 400 árum hevur USA, sum fyrr var mest sum ónomin villinimørk, har upprunafólkið, indiánarnir, livdu av tí, sum náttúran gav av sær, ment seg til heimsins sterkasta ídnaðarveldi. Fimmti ríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Tveir stórir fjallaryggir eru, Appalakkufjøll eystantil og Rocky Mountains vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur. Stórt tilfeingi av koli, olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í 19. og 20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin.

Fólkið í USA er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úr Evropa og Asia. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frá trælum, sum vórðu seldir til USA í 17., 18. og 19. øld. Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úr Latínamerika; tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og asiatar. Fyri 2050 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum.

Í amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein til hvørt ríki, og reyðu og hvítu rendurnar eru til minnis um tey 13 ríkini, ið stovnaðu USA. Til loysingina í 1776 vóru tey undir bretskum yvirvaldi. Nú hevur hvørt ríki egið lóggávuvald, men yvir øllum ríkjunum er tjóðartingið í Washington DC (District of Columbia).

USA er heimsins ríkasta land, og amerikanarar eru ímillum teir fremstu at vinna úr jarni, stáli, viði, umframt at gera elektróniska útgerð, bilar og flogfør. Hesin ídnaður gevur nógv arbeiði; næstan helvtin av arbeiðsmegini í landinum er konufólk.
 
Meira enn 75% av fólkinum í USA búgva í býum ella í býarforstøðum. Tey flestu, ið búgva í forstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. New York er størsti býur, har búgva omanfyri 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles og Chicago. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan upp runa og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir t.d. Little Italy og Chinatown.

Amerikanarar hava altíð torað at flutt, ofta til onnur ríki, við vón um at fáa arbeiði ella betri kor. Tá ið ringa búskaparkreppan var í USA í 1930-árunum, fluttu mong fólk vestureftir at leita sær eftir arbeiði. Seinastu tríati árini eru alt fleiri fólk flutt til

Vesturríkini

Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í Alaska, oyðimørk í Nevada og Arizona og lýbeltisveðurlag í Hawaii. Á Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum Seattle, Portland og San Francisco út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmsídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurcalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Sun Valley í Idaho, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA.

Fólkið í California livir í støðugum ótta fyri jarðskjálvta.

Miðríkini

Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna Mississippi og allar áirnar, sum renna í hana. Í Texas og Oklahoma er nógv olja og gass, og í Wyoming og Montana er nógv kol. Í Klettafjøllum eru stórir tjóðargarðar, t.d. Yellowstone og Glacier, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.

Fleiri hundrað melduródnir (tornadoir) eru á hvørjum ári í "melduródnarbeltinum", sum gongur ígjøgnum Kansas, Oklahoma og Missouri. Melduródnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr Meksikoflógva og turr, køld luft úr Kanada reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina.

Víðu fløturnar ímillum Klettafjøll og Mississippi, sum áður vóru beitilendi hjá milliónatals visundum, eru næstan allar lagdar undir plógv; og har verða meiri hveiti og mais velt enn nakra aðrastaðni í heiminum. Landbúnaðurin er hámekaniseraður, og ógvuliga stórar maskinur heysta grøðina. Har turrast er, veksur bara, verður vatn veitt á markirnar. Nógvastaðni verður vatn pumpað upp úr jørðini at væta við.

Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10.000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í kirkju.

Á grasfløtunum og vestur at Klettafjøllum er nógv neytahald. Fyrr róku cowboyar á rossabaki neytafylgini av einum beiti á annað um summarið, og aftur á garðarnar um heystið; har vórðu sláturneytini seld á uppboði. Filmar úr Hollywood lýstu cowboyar sum sannar hetjur, men lívið á rossabaki var alt annað enn lætt. Lønin var vánalig, og teir sótu javnan í saðlinum einar 15 tímar um samdøgrið, í nógvum hita ella oysregni. Nú á døgum eru garðarnir ikki so stórir, og lastbilar koyra nú cowboyar og rossini á beitilendini.

Í New Orleans eru kirkjugarðarnir á heyggjum, so at teir skulu ikki standa undir í vatni, tá ið Mississippiá fer upp um áarbakkarnar. Kirkjugarðarnir kallast Staðir Deyðans.

Ovurstóra áin, Mississippi, tekur seg upp í Minnesota og fer ígjøgnum nógv ríki í miðjum USA og rennur at enda út í stóru oyrarnar við Meksikoflógva. Á fáum áum í heiminum er so nógv ferðsla sum á Mississippiá, og stór før kunnu sigla 2.900 km niðan eftir ánni. Sæð úr Iowa, er áin natúrligt mark ímillum Illinois og Wisconsin. Fyri sunnan floymir áin ofta upp um áarbakkarnar í nógvum avfalli.

USA er triðstørsta oljuland í heiminum, og einki annað land ger so nógvar oljuúrdráttir, t.d. bensin. Olja varð funnin í Texas fyrst í 20. øld, og tað hevði við sær, at Texas gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.

Eysturríkini

Góðan havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, at hetta økið er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr Evropa komu í 16. øld. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a. New York og Washington, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir Chicago, Detroit og Cleveland við Stóruvøtn. Sunnanfyri verða dyrkað tubbak, bummull og ymsar oljuplantur. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við Meksikoflógva og Atlantshav, stóran skaða.

USA hevur eina stýrisskipanarlóg, ið sigur, hvussu landið skal verða stýrt. Stjórnin heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Forsetin er hægsti myndug-leiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár.

Appalakkufjøll fara ígjøgnum North Carolina, Virginia og West Virginia. Í mong ár var nógv kol høgt her og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalakkufjøll eitt hitt fátækasta í USA.

Býurin, New York, við munnan á Hudsoná, var upprunaliga handilsmiðstøð hjá feldveiðimonnum. Nú er býurin fíggjarhøvuðsstaður í USA. Í Wall Street, sum eitur soleiðis, tí at gøtan er við gamla býarmúrin (city wall), er virðisbrævamarknaðurin. Her verður keypt og selt fyri nógvar milliardir dollarar hvønn dag, og stóru telduskíggjarnir siga frá handli og fígging um allan heim. New York er kendur sum "býurin, ið aldri svevur". Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar.

Í hesum parti í USA varð ein av best umtóktu tónleikagreinunum í heiminum til. Jazz- og bluestónleikur eru sprottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Kentucky og Tennessee.

Miðskeiðis í 19. øld veltu suðurríkini 80% av allari bummul í heiminum, og tey vunnu sær stórt ríkidømi av henni. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru trælir úr Afrika, sum hentaðu hana við hond. Trælahaldið í USA varð avtikið í 1865. Bummull er enn týdningarmikil grøði, men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið. Nú á døgum eru soyabønir týdningarmesta grøðin í suðurríkjunum. Tær verða mest fergdar til olju.

Ongastaðni í heiminum er so nógv feskt vatn sum í Stóruvøtnum, og tey eru eisini mark ímillum Kanada og USA.

Fólkið í Norðuramerika

Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá ið vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Har býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Norðuramerika, helst úr Evropa, men eisini úr Suðuramerika og Asia. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Amerika er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Amerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afro-amerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
The Stars and Stripes; Red, White and Blue; Old Glory; The Star Spangled Banner

Høvuðsstaður
Washington D.C.

Vídd: 9.372.610 km2

Fólkatal: 310.232.863

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 84%, jødadómur 2% aðrir 14%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: dollari (USD)

Bill Clinton, 42. ameikanski forseti (1993-2001) eftir vitjan í kaffistovuni hjá Dugna í Gamla kommunuskúlagarði í Havn 1. oktober 2007.
Al Gore, amerikanskur varaforseti (1993-2001), helt fyrilestur um veðurlags-broytingar í Norðurlandahúsinum 7. apríl 2008.<br>Myndin er úr filminum An Inconvenient Truth (2006)
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017