• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Suðuramerika

Landslagið og náttúran í Suðuramerika, sum er fjórðstørsti heimspartur, eru ógvuliga fjølbroytt. Um 60% av heimspartinum eru grasfløtur. Fram við vesturstrondini eru tey høgu Andesfjøllini, og ímillum havið og fjøllini er long smøl oyðimørk, nevnd Atacamaoyðimørk. Í útnyrðingspartinum vaksa tropiskir regnskógir um ovurstórar víddir.

Størsti regnskógur í heiminum er í tí ovurstóru Amasonlægdini við Amasoná, sum er longsta á í Suðuramerika. Úr keldunum langt uppi í kavataktu Andesfjøllum í Peru rennur hon 6.439 km ígjøgnum Peru og Brasil og út í Atlantshav. Amasoná er eisini heimsins størsta á. Ósin er so breiður, at ikki sæst av øðrum áarbakka og yvirum á hin, og so nógv vatn rennur í havið, at sjógvurin er sum ósavatn einar 180 km úr landi.

Andesfjøll eru heimsins longsti fjallaryggur (7.250 km) og fara suður ígjøgnum alt Suðuramerika. Nógvastaðni eru tindarnir 6.000 m høgir. Fjøllini vórðu til, tá ið tvær meginlandaplátur stoyttu saman. Pláturnar flyta seg enn, og tí eru javnan jarðskjálvti og eldgos í Andesfjøllum og fram við teimum. Slóknaða gosfjallið Aconcagua, 6. 960 m, er hægsta fjall í Andesfjøllum og í øllum Suðuramerika. 3.821 m uppi í Andesfjøllum, á markinum ímillum Peru og Bolivia, er Titicacavatn; so høgt uppi ber ikki til at sigla við stórum førum nakra aðrastaðni í heiminum.

Andesfjøll hava stóra ávirkan á veðurlagið í Suðuramerika. Lýggj, slavin luft rekur inn yvir landið uttan av Atlantshavi og ímóti fjøllunum. Har kólnar hon, og vætan í luftini verður til regn. Í líðunum vestanfyri er beint tvørtur ímóti. Her blæsur luft vestan úr Kyrrahavi tvørtur um kalda Humboltstreymin, áðrenn hon kemur inn ímóti landi, har hon kólnar og verður til stórar tokubakkar.

Flogið á Andeskondorinum er 3 m. Á stóru veingjum sínum sveimar hann høgt uppiyvir fjallatindunum og skimast eftir onkrum at eta.

Í miðjum Argentina og í pørtum í grannalandinum Paraguai er óføra vítt flatnalandslag, 650.000 km2 til støddar, sum eitur Pampas. Vesturpampas er turt og oyðimarkarkent, men í eystara parti er nógv avfall. Pampaslendið er búskaparligi kjarnin í Argentina. Stór sláturneytafylgi ganga á biti á fløtunum, aðrastaðni er lendið velt, og týdningarmesta grøðin er hveiti, mais og bønir.

Syðst í heimspartinum er stórur, turrur og vindbardur háslætti nevndur Patagonia. Lítið fólk býr har, men við áirnar Colorado og Negros eru nakrir fáir stórir seyðagarðar ímillum bøndurnar eru fólk, sum talað valisiskt, tí at forfedrar teirra komu hagar úr Wales í 1860-árunum. Í Norðurpatagonia er lendið oyðimarkarkent við lágum runnavøkstri. Syðri er kaldari, turrari og berligari og lítil og eingin gróður.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguai, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017