• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Franska Gujana

Einasta hjálandi, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir. Búskaparliga er Franska Gujana fast knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika.

Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin tropiskur regnskógur við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum plantu- og dýralívi, har er t.d. oselotur, jaguarur, puma og satt skriðdýrameingi.

Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við fylgisveinum og sondum.

Suðuramerika, norðari partur

Londini í hesum parti í Suðuramerika hava mark ímóti norðara og vestara parti í Brasil. Vestur ímóti Kyrrahavi eru Andesfjøll, sum ein bugur norðan úr Venesuela til Ekvador og Peru og haðan beint suður ígjøgnum Bolivia, Kili og Argentina. Inkaríkið var í Andesfjøllum, men í 1532 tóku spaniamenn ríkið og løgdu londini í Andesfjøllum undir seg. Í landnyrðingspartinum tóku Bretland, Frakland og Niðurlond sær hjálond. Øll londini í Suðuramerika uttan Franska Gujana eru nú fræls ríki, men tey hava mangar trupulleikar at dragast við. Tað, ið eyðkennir tey flestu, er, at har er ovurstórur munur á ríkum og fátækum, ovfólkaðir býir eru og ólógligur drøgghandil.

Í øldir hava ymisk súgdýrasløg verið lívsneyðug hjá fólki í Andesfjøllum. Ótamd dýr, sum t.d. guananeytini og vikunjan, og húsdýr, sum lama og alpakka, eru øll týdningarmikil, tí ullin og kjøtið av teimum eru góð. Vikunjuullin er mjúk og fín sum silki, og grova lamaullin hevur verið nýtt til teppi, klæði o.m.a.

Andesfjøll eru heimsins longsta fjallarøð. Summi fjøll eru 3.000 metrar og hægri. Quechuaindiánar hava í øldir hildið til høgt upp í Andesfjøllunum í Bolivia, Peru og Ekvador. Teir vóru búnaðarfólk, og bæði lendið og arbeiðið vórðu javnt býtt ímillum menn og konur. Nú eru mangir quechuaindiánar fluttir til býirnar at leita sær eftir arbeiði, men mangir ganga arbeiðsleysir. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk.

Tað er so lítið dyrkilendi í Andesfjøllum, at hvør jarðarskeki verður veltur. Nógvastaðni í líðunum laða bøndurnir bríkar, at teir kunnu nýta alt lendið, teir eiga. Sáað verður, sum veðurlagið er. Niðri á sløttum er lýtt og slavið, men hægri upp tú kemur, kaldari verður. Á háslættunum í Andesfjøllum er einasta frukt, ið veksur væl, epli. Á Boliviaháslættanum, Altiplano, verða epli velt, og dýr ganga á biti. Epli, hveiti og bygg verða dyrkað í kalda hálendinum. Sukurrør, kaffi, tubbak og mais vaksa væl, har temprað veðurlag er. Sukurrør, Bananir, kakao, bummull og rís vaksa væl ílýggja veðurlagnum niðri á láglendinum.

Angelfossur er hægsti fossur í heiminum. Jimmy Angel, flogskipari úr USA, fleyg ígjøgnum Venesuela at sóknast eftir einari á, hann einaferð hevði leitað eftir gulli í. Meðan hann fleyg, sá hann ein ógvuliga høgan foss, sum rennur niður í Churúná. Fossurin er 980 m høgur.

Í øldir hevur fólkið í hesum parti í heiminum tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verður kokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst í Norðuramerika og Evropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum í Andesfjøllum. Tá ið kokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað.

Í næstan øllum Suðuramerika er fólkið blandingur av niðursetufólki úr Evropa og indiánum. Men við Karibiahavsstrondina og í Karibia eru mangir nekarar. Teir eru ættaðir frá trælum, sum vórðu førdir hagar úr Afrika at arbeiða í sukurlundunum. Mangir teirra eru enn ímillum tey fátækastu í samfelagnum.
 
Víða hvar í regnskógunum í Venesuela daga fleiri enn 100 høg sandsteinsfjøll, nevnd tepuis, upp ímóti luftini, summi eru 1.000 m. Hesi fjøll vóru áður í fyrndini víður háslætti, sum regn og vindur í ótaldar øldir hava matað niður. Mong rár plantusløg og dýrasløg hava ment seg í hesum "horvnu heimum".

Øll lond í Suðuramerika hava kríggjast við grannalond síni um, hvussu landamørkini skuldu vera, og enn eru ikki allar marknatrætur loystar. Í kríggjunum ímillum Bolivia og Paraguai í 1930-árunum og ímillum Ekvador og Peru í 1940-árunum doyðu fleiri túsund fólk. Markið ímillum Bolivia og Peru gongur mitt tvørtur um Titicacavatn.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Cayenne

Vídd: 91.000 km2

Fólkatal: 220.000

Alment mál:
franskt

Átrúnaður:
kristindómur 75%, aðrir 25%

Stýrsilag:
stýrt úr Fraklandi, fólkaræðilig fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra (EUR)

 

Hagtøl

UN-data

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017