• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Uruguai

Onkur hevur lýst Uruguai sum ein ovurstóran bý við egnum jarðum uttanum. Helvtin av teimum stívliga trimum milliónum fólkunum í landinum býr í høvuðsstaðnum Montevideo; hin helvtin hevur dagliga yrki sítt á grasgóða láglendinum. Stórt neytahald og seyðahald hava gjørt Uruguai til ríkt land, og seinastu árini hava ferðafólkavinna og fíggjarvirksemi eisini verið gott ískoyti til landsbúskapin. Eina tíð í 1970-árunum var harðrent hernaðarstýri í Uruguai; men annars hava politisku viðurskiftini verið støðug, og myndugleikarnir hava bygt upp trygga vælferðarskipan. 

Níggju milliónir neyt og 25 milliónir seyðir er skipanin á fløtunum í Uruguai. Í 1860-árunum varð fyrsta kjøtniðursjóðingarvirkið bygt í Fray Bentos, og hevur býurin síðan verið settur í samband við heimsgitna "cornbúffin". Seinni gjørdist býurin miðdepil fyri kjøtídnaðinum í landinum, tá ið stór frystigoymsla stóð liðug at brúka í 1901. Nú á døgum flytur Uruguai út kjøtvørur um allan heimin og er, tá ið Avstralia og Nýsæland eru frá, størsta ullarland í heiminum.

Tjóðardrykkurin í Uruguai og í øðrum londum í Suðuramerika er drykkur, ið minnir um urtate og verður nevndur maté. Sukur og ymsar angandi urtir kunnu verða latnar í glóðheita drykkin, sum nógv koffein er í og stimbrar. Maté verður drukkið við súgvipípu úr holaðum graskeri.

Suðuramerika, syðri partur

Fýra lond - Kili, ArgentinaParaguai og Uruguai - eru í hesum stóra øki, sum er helvtin av Suðuramerika . Tey verða ofta undir einum kallað "suðurstrýtan" av skapi sínum á kortinum. Eins og í norðara parti í Suðuramerika er veðurlagið ymiskt og landslagið ógvuliga fjølbroytt. Í Paraguai er tropiskt veðurlag, í Miðkili miðjarðarhavsveðurlag og undir jøklunum í Suðurargentina er bítandi kalt. Týdningarmesta landbúnðarlendið her er Pampas, ið er óføra vítt slættlendi norðan úr Uruguai og suður ímóti Patagonia í Argentina; nógv hveiti verður velt í hesum lendi. Í 1970-árunum vóru øll fyra londini kend fyri illa gitnu hernaðarstýri síni. Tey eru øll fallin, og nú er fólkaræði í londunum.

Atacamaoyðimørk í Norðurkili er turrasti staður á jørðini, og javnan eru mong ár ímillum, at tað regnar. Tá ið tað hendingaferð regnar, kemur so nógv niður, at tað oftast verður vatnflóð. Um dagin er brennandi heitt í oyðimørkini, men um kvøldið fellur hitin ógvuliga brádliga. Einasti vegur, ið lagdur er í hesari oyðimørkini, er Pan-amerikanski landavegurin.

Ógvuliga nógv mold mátti verða flutt, tá ið Itaipúbyrgingin varð gjørd um Paraná í Paraguai. Landið tók upp samstarv við Brasil um at fullføra hesa vatnorkuverkætlan, sum er ein tann størsta í heiminum. Eitt av vandamálunum, sum stóðst av, at so ovurstórt øki varð sett undir í vatni, var, at har gjørdust góðar umstøður at klekja hjá mýggjabitum, sum bera malariusmittu.

Langt suðuri í Argentina er ovurstóri morenujøkulin, sum er eitt hitt sjáldsamasta náttúrufyribrigdi í øllum syðra parti í Suðuramerika. Av og á ekur morenujøkulin langt út í Argentinovatn, so at tann bláhvíta ísrondin verður upp í 60 m høg. Sum líður frá, brýtur vatnið seg ígjøgnum ísbyrgingina, sum rivnar og loypur við buldur og brak.

Afturímóti norðaru londunum í Suðuramerika eru fáir indiánar eftir á lívi fyri sunnan; flestu indiánarnir har eru í Paraguai. Í Uruguai eru als eingir indiánar. Fjølmentastu indiánsku fólkasløgini eru kollaindiánarnir í Argentina og mataco- og mapucheindiánarnir í Mið-og Suðurkili og acheindiánarnir í Paraguai.

Mangir evropearar hava búsett seg í Suðuramerika. Í 19. og fyrst í 20. øld hevði fátækadømi í Italia við sær, at italskir verkamenn fóru til Argentina at heysta hveiti; mangir teirra komu aldri heim aftur. Verkamenn úr Spania fóru eisini til Argentina og Uruguai. Týskur trúarflokkur, mennonittar, rýmdi úr Kanada til Paraguai at vinna sær trúarfrælsi, og mangir valisar, sum vildu sleppa undan enskum yvirræði og varðveita mál sítt, settu seg niður í Argentina.

Seinastu fimmti árini er búsetingin ógvuliga nógv broytt, tí at so nógv fólk er flutt av bygd og til býirnar at sóknast eftir arbeiði. Í stórbýunum í Argentina og Uruguai var longu tá ov mikið av fólki, tí at so nógvir tilflytarar komu hagar. Annars hevur gongdin verið, at høvuðsstaðirnir eru vaksnir skjótt, og hinir býirnir hava staðið í stað; t.d. býr triðingurin av fólkinum í Argentina í høvuðsstaðnum Buenos Aires. Síðan í 1970-árunum er fólkaflytingin av bygd minkað.

Neytakjøt hevur leingi verið týdningarmikil útflutningsvøra hjá Argentina og Uruguei. Ovurstór neytafylgi ganga á biti á pampasfløtunum; best dámar bóndunum, at neytini eta grasslagið revasmæru, tí at tá verður kjøtið soltið. Vanligastu neytasløgini eru aberdeen angus og hereford, ið vórðu flutt hagar úr Evropa í 19. øld. Í Patagonia, har tað er kaldari, er nógv seyðahald, og bæði Argentina og Uruguei eru ímillum tey lond, sum senda mest av ull á heimsmarknaðin.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguai, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 

Høvuðsstaður
Montevideo

Vídd: 176.215 km2

Fólkatal: 3.308.535

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 68% jødadómur aðrir 30%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: uruguaiskur peso (UYU)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017