• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um temasíðuna

Temasíðan er um løgtingsval og fólkastýri.

Málbólkurin er lærarar og næmingar í miðdeild og framhaldsdeild í fólkaskúlanum.

 

Í bókini "Samfelagsfrøði 1 - tú og samfelagið" verða mangt sum viðkemur hesari temasíðuni viðgjørt. Bókin vendir sær til ungdómar og leggur upp til, at teir venja seg at viðgera, meta um og taka støðu í samfelags-spurningum. Bókin er tøk á snar. 

Týsdagin 25. august verður atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 1. september kl. 21, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt, skal man vera ómyndigur og yngri enn 13 ár.

Í Barnaútvarpinum hava tey skapt eina gentu, Viktoru, sum ætlar at stilla upp til løgtingsvali. Hetta er fyrsta av fimm sendingum um Viktoriu. 

 

 

Valúrslit 2015

Eftir stødd á flokkunum, kann valúrslitið 2015 í stuttum lýsast soleiðis:

Javnaðarflokkurin: 25,1%, 8 tingfólk

Tjóðveldi: 20,8% , 7 tingfólk

Fólkaflokkurin: 18,9%,  6 tingfólk

Sambandsflokkurin: 18,8%, 6 tingfólk

Framsókn: 7,0%, 2 tingfólk

Miðflokkurin: 5,5%,  2 tingfólk

Nýtt Sjálvstýri: 4,0%, 2 tingfólk

 

Her eru tey 33, sum eftir valið skulu manna løgtingið

 

Her eru persónligu atkvøðurnar hjá øllum valevnunum

 

Her er uppteljingin frá øllum valstøðunum í landinum 

 

Til høgru ella til vinstru?

Endamálið við løgtingsvali er, at velja tinglimir at sita á Løgtingi. Valskipanin hevur verið rættiliga ymisk gjøgnum tíðirnar. 

Løgtingið hevur røtur meira enn 1000 ár aftur í tíðina. Søgan um Føroya Løgting verður lýst í faldaranum niðanfyri.  

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017