Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Liberia


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Monrovia

Vídd: 111.370 km2

Fólkatal: 3,441,790

Alment mál: enskt

Átrúnaður: afrikanskir átrúnaðir 70% islam 20% kristindómur 10% 

Stýrislag: lýðveldi við forseta

Gjaldoyra: Liberiskur dollari (LRD)

Liberia

Liberia gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1847 og hevur ongantíð verið hjáland. Tí er landið elsta frælsa lýðveldið í Afrika. Í 19. øld hjálpti felagasskapurin American Colonization Society túsundtals leyslatnum trælum at fara úr USA og heim aftur til hetta landið í Afrika. Hetta varð upprunin til landsnavnið Liberia, sum merkir "frælst land". Liberia hevur enn nógv samband við USA. Í tíðarskeiðunum 1989-1996 og 1999-2003 var borgarakríggj her, og búskapurin í landinum er fullkomiliga oyðilagdur.

Seinastu árini hevur verið stríð ímillum ymisku fólkasløgini í Liberia, t.d. Ímillum kpella-, bassa- og krufólkið. Stríðið harðnaði, og í 1989 brast á borgarakríggj í landinum. Kríggið elvdi til miklan skaða og steðgað búskapinum, sum var veikur frammanundan. Helvtin av fólkinum hevur verið noydd at flýggja heiman, og fólk hava svøltað, tí at so ilt hevur verið at útvega mat í krígsherjaða landinum.

Ein av høvuðsatvoldunum, at Liberia hevur havt nógv samband við USA, er, at amerikanskar fyritøkur eiga stórar gummilundir í landinum. Tær hava í mong ár verið av størstu arbeiðsplássum í landinum og hava verið týðandi inntøka hjá Liberia. Kenda amerikanska dekkfyritøkan Firestone hevur verið ein av fremstu fyritøkunum í liberisku gummivinnuni. Gummi verður vunnið úr kleimnu seyjuni, sum setur úr gummitrænum, tá ið djúpar flikur verða ristar í børkin á tí.
 

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria eru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.