Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Libya


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Tripoli

Vídd: 1.759.540 km2

Fólkatal: 6.461.454   

Almentmál:
arabiskt

Átrúnaður: 
islam 97% aðrir 3%

Stýrirlag: 
einaræði

Gjaldoyra: 
libyskur dinarur (LYD)

Libya

Við Miðjarðarhavsstrondina ímillum Egyptaland og Algeria er fjórðstørsta land í Afrika, Libya. Upp ígjøgnum tíðirnar hevur tað staðið undir rómverskum, býsantinskum, arabiskum og turkiskum yvirvaldi, og frá 1911 til 1943 var Libya italskt hjáland. Um 90% av landinum er oyðimørk (Sahara), so at bara ein smalur geiri fram við strondini er nýtiligt landbúnaðarlendi, har fólk liva av at halda geitir og seyð. Tá ið olja varð funnin í 1959, gjørdist Libya eftir fáum árum ríkt land. Síðan oljuvinnan tók seg upp, eru mangir útlendingar komnir til Libya at arbeiða í oljuvinnuni.

Oljuvinnan hevur alt at siga í libyska búskapinum, og 99% av útflutninginum eru olja og gass. Áðrenn olja varð funnin, vórðu týdningarmestu útflutningsvørurnar sev og jarn. Mesta oljan verður vunnin í vestara parti í Libya; men landið eigur eisini oljuleiðir úti fyri strondina. So hvørt oljuvinnan er vaksin, eru býirnir eisini vaksnir; har hevur verið nógv bygt, og vinnu- og tænastustøðið eru munandi batnað. Um 84% avfólkinum í Libya býr nú í býum. Frammanundan búði meginparturin á bygd og livdi sum flakkfólk og bøndur.

Síðan 1969 hevur Muammar Gadaffi ovasti verið hægsti maður í Libya, eftir at hann stóð á odda í hernaðarkvetti ímóti kongi. Gadaffi stýrir í samstarvi við hernaðarráð. Politikkur hansara er egin samanrenning av sosialismu, islam og arabiskari tjóðskaparkenslu. Við tað at allir politiskir flokkar vórðu bannaðir í 1971, hevur øll andstøða ímóti Gadaffi verið stýrd úr útlondum. Av tí at Gadaffi hevur stuðlað yvirgangsfelagsskapum, hava lond í Vesturheiminum sett revsiatgerðir í verk ímóti Libya.

Flestu fólk í Libya eru arabar, men fyri sunnan í landinum eru bæði berbar og tuaregar. Næstan øll eru muslimar. Fólkið er skift sundur í ættarbólkar ella høvdingadømi. Ættarbólkurin er týðandi partur í samfelagnum og hevur politiska ávirkan. Mangir av ráðharrunum í stjórnini hjá Gadaffi eru úr hansara ættarbólki. Fólkanøvnini siga ofta, úr hvørjum ættarbólki fólk eru.

Sumstaðni í stóru, kørgu oyðimørkini kemur vatn upp úr jørðini, og við hesar keldur, nevndar grønur, hava fólk sett seg niður. Her veksur væl, og landbúnaðurin hevur stóran týdning, men fólkið livir eisini av peningi frá skyldfólkum, sum arbeiða í býunum, og av at handla við keypmenn, ið koma hagar at keypa og selja. Fyrr vóru grønabygdirnar lívsneyðugir hvíldarstaðir hjá kamelkaravanum, ið fluttu vøru ígjøgnum oyðimørkina. Nú er mesti flutningurin við lastbili.

Mong fornminni eru í Libya úr teirri tíðini, tá ið landið var undir fremmandum yvirvaldi. Har eru m.a. ein av best varðveittu rómversku toftunum í Norðurafrika, fornaldarbýurin Leptis Magna við torgi (forum), vatnleiðing (akvadukt) og uttanduraleikpalli (amfiteatri). Fønikar bygdu havnabýin um 800 f.Kr., og gjørdist hann miðdepil í handlinum við Afrika. Seinni varð hann partur í Rómverjaríki, til arabisku innrásina í 7. øld., tá ið býurin fór til grundar.