Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Brunei


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Bandar Seri Begawan

Vídd: 5.770 km2

Fólkatal: 395.027  

Almentmál:
maleisiskt

Átrúnaður: 
islam 66%, buddisma 14%, kristindómur 10%, aðrir 10%

Stýrirlag: 
kongligt einaveldi

Gjaldoyra: 
burneiskur dollari (BND)

Brunei

Inni í landspartinum Sarawak í Malaisia er lítla landið Bruneiessay on custom and tradition business continuity management plan examples synopsis of phd thesis. Inni í landinum er regnskógur; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá sjórænarum; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í heiminum og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.

Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu mosku í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.

Oyggjarnar í Landsynningsasia

Hesin partur í Landsynningsasia er óføra vítt hav við túsundtals oyggjum ímillum landsynningsasiameginlandið og Avstralia. Her eru fyra lond: eystari partur í Malaisia, Brunei, Indonesia og Filipsoyggjar. Fáastaðni í heiminum eru so mong gosfjøll sum her, og váta monsunveðurlagið ger, at summi øki eru ímillum tey vátastu í heiminum. Dýralívið og plantulívið eru ógvuliga fjølbroytt, tí at lívilíkindi og gróðrarlíkindi hjá dýrum og plantum broytast úr oyggj í oyggj. Her eru eisini mong fólkasløg. Bara í Indonesia verða talað fleiri enn 250 mál.

Í hesum parti í Asia hevur báturin altíð verið álitið til ferðafólkaflutnings og farmaflutnings. Serliga nýta tey smáar, grunnar bátar ið eru lættir at stýra og sigla í smølu sundunum ímillum oyggjarnar, har nógvastaðni er grunt.

Á hvørjum ári eru einar 20 tropiskar melduródnir, nevndar týfonir, í Filipsoyggjum. Odnirnar eru harðar, og vindferðin kemur upp í einar 100 km/t; og øgiligur uppgangur. Mong fólk umkomast, og túsundtals hús verða tikin av grundum. Ringast statt er altíð á láglendinum, men fólk mega vera har, tí at lítið er av dyrkilendi aðrastaðni. Jørðin í láglendinum er eisini bílig at keypa.

Gos og jarðskjálvti eru náttúrumáttir, sum fólk hava lært at liva við í hesum londum. Atvoldin er meginlandarákið, ið er í jarðarskorpuni. Meginparturin av oyggjunum í Landsynningsasia eru á markinum ímillum plátur, sum ganga niðureftir, tað, jarðfrøðin nevnir niðurbrotsøki. Hóast øgiliga skaðan, eitt gos ger, vágar fólkið sær at dyrka í líðunum á gosfjøllum, tí at gosøskan ger, at jørðin har fruktar avbera væl.

Í 1850-árunum gjørdi bretski náttúrugranskarin Alfred Russel Wallace kanningarferð í oyggjunum í Landsynningsasia. Hann gáaði eftir, at flestu dýr á landi í oynni Bali vóru ættað úr Asia, men at dýrini á grannaoynni Lombok vóru ættað úr Kyrrhavsoyggjum og Avstralia. "Wallacelinjan" er hugsað marknalinja ígjøgnum Indonesia og mark ímillum dýr úr Asia og dýr úr Kyrrahavsoyggjum og Avstralia.

Náttúran í hesum landøki er so ymisk úr oyggj í oyggj, og lívið hevur ment seg og greinað seg so ymiskliga, at dýr og plantur eru púra ólík enntá í oyggjum, sum heilt stutt er ímillum. Tað hevur við sær, at ongastaðni í heiminum eru so mong plantu-og dýrasløg sum í hesum regnskógum. Tí er so ógvuliga umráðandi, at skógirnir verða friðaðir og ikki týndir.

Sjáldsama plantan, Rafflesiablóman, ið veksur djúpt inni í regnskógunum, er kallað upp eftir Stamford Raffles, ið var bretskur landshøvdingur í økinum í 19. øld. Hon hevur heimsins størstu blómu: slakan metur í tvørmáti. Rafflesia er eisini gitin fyri sín rama royk, ið dregur at sær flugur og onnur skordýr.

Rís er høvuðsføði hjá meginpartinum av fólkinum í hesum londum, og mesta rísið verður dyrkað á markum, ið eru settar undir í vatni. Í rísmarkunum og fram við teimum dyrka bøndurnir alskyns frukt og grønmeti og ala fisk, skeljadýr, krabbar og froskar. Tað, teir dyrka og ala, verður bæði havt til egna nýtslu og selt; dýrini og planturnar taða vatnið, og fiskur, skeldýr og froskar eta skaðadýrini, sum liva í vatninum.