Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Irak


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Baghdad

Vídd: 438.320 km2

Fólkatalqueer customs essay thesis and dissertation library physics coursework resistance wire help: 29.993.000

Almentmál: arabiskt

Átrúnaður: islam 97% og aðrir 3%

Stýrirlag: lýveldi viðfólkaræðisligari 
stýrisskipan

Gjaldoyra: irakiskur dinarur (IQD)

Irak

Irak er eitt hitt størsta og sterkasta landið í hesum parti í Miðeystri. Meginparturin av fólkinum eru muslimar og tala arabiskt. Í norðara parti í landinum búgva eisini um 4 milliónir kurdar. Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er tikið frá, er tað mesta av Irak fjalla- og oyðimarkarlendi. Bara sættingurin av víddini er nýtilig landbúnaðarjørð, tí má Irak flyta inn stóran part av matvørunum, landium tørvar. Síðan Irak gjørdist lýðveldi í 1958, hevur politiskur ófriður javnan verið. Í 1980-árunum kríggjaðist Irak við Iran í samfull 8 ár, og tá ið Irak legði Kuveit undir seg, leyp stórt altjóða herlið á. Kríggið verður rópt flógvakríggið (1990-91), og Irak tapti so dyggiliga.

Høvuðsstaður Iraks, Baghdad, er fram við Tigris. Hann er størsti býur í Irak og miðdepil í fyrisiting og handli. Í býnum renna saman gamalt og nýtt, avgamlar moskur, nútímans háhús og trongligir basarar. Baghdad hevur verið miðstaður í islamskari mentan í meiri enn túsund ár.

Týdningarmestu ráevnini í Irak eru olja og gass. Oljuvinnan tók seg av álvara upp í 1945 og er nú nógv týdningarmesti vinnuvegur í landinum. Av tí at Irak bara eigur ein lítlan strandgeira innast í Persaflógva, verður oljan flutt ígjøgnum rørleiðingar, ið eru lagdar ígjøgnum Turkaland, Sýria og Saudiarabia.

Í tíðarskeiðnum 1968-2003 hevði Baath flokkurin ræðið í landinum; Saddam Hussein var forseti í frá 1979 til 2003, tá ið USA saman við teirra sameindu gjørdu innrás í Irak og koyrdu Saddam Hussein og Baath flokkin frá. Í 2005 varð nýggj grundlóg viðtikin, soleiðis, at landið nú hevur fólkaræðisliga stýrisskipan. Meðan Saddam Hussein hevði valdið var landið skipað sum fullkomiligt einaræði, og meðan hann sýrdi, mátti irakiska fólkið, serliga kurdarnir, tola nógv. Stjórnin fekk stuðul frá herinum og trygdarløgregluni, sum bardu niður alla politiska mótstøðu. Eftir flógvakríggið avbyrgdi heimssamfelagið Irak.

Í fornøld búsettu mong fólkasløg seg í Mesopotamia (meginparturin av tí er nú Irak), tí at landið var í avbera fruktagóða lendinum ímillum Evfrat og Tigris. Her eru nógvar fornleivdir, m.a. pýramiduskapað tempultorn, ziggurat. Í Bábylon vóru eisini "uppbygdu urtagarðarnir", eitt av sjey undurverkum heimsins, og Bábilstornið.

Miðeystur II

Hetta landøkið fer inn í Útsynningsasia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arabiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.