Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Nepal


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Katmandu

Vídd: 140.800 km2

Fólkatalcustom nursing papers graphing linear equations homework help how to write a scientific essay custom writing station: 28.951.852

Almentmál:
nepalskt

Átrúnaður:
hinduisma 81% buddisma 11% islam 4% aðrir 4%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
nepalskur rupi (NPR)

Nepal

Lítla landið Nepal er ógvuliga avbyrgt land í syðra parti í Himaleiafjøllum. Flestu fólk eru hinduar, men hjá mongum fólkum er átrúnaðurin blandingur av hinduismu og buddismu. Til 1991 var kongur einaveldugur, men eftir harðan politiskan ófrið, varð skipanin broytt til parlamentariskt kongsveldi, og fólkið slapp at velja stýrið sítt, og nú styrir fólkavald stjórn landinum. Í 2006 varð kongurin koyrdur frá, og landið varð stovnað sum lýveldi. Hægstu fjøll í heiminum - harímillum Everest - eru í Nepal, og tí er landið væl umtókt ferðamál hjá fjallaklívarum og fólki, sum dámar at ganga í fjøllunum.

Katmandu er høvuðsstaður í Nepal og størsti býur. Í gamla býarpartinum eru nógvar trongar gøtur og mong torg við gomlum templum og minnisvarðum. Í einum templi býr livandi gudinnanKumari Devi, ein smágenta, sum kosin er at umboða hindugudinnuna Parvati. Gentan er í templinum, til hon kemur í kynsbúningaraldurin, tá verður ein onnur vald.

Í Nepal eru mong fólkasløg. Sherparnir í eystara parti í hálendinum eru óføra djarvir fjallaklívarar. Gurkharnir miðskeiðis í landinum eru heimsgitnir fyri dirvi og evni síni sum hermenn og manna serdeildir bæði í indiska og bretska herinum. Newrarnir í Katmandudali eru kendir fyri træskurðarlist sína, sum prýðir mong tempul og hús í Nepal. Meiri enn helvtin av fólkinum í Nepal er nepalar, ið eru ættaðir úr India.

Um 90% av fólkinum í Nepal arbeiðir í landbúnaðinum. Mong dyrka rís og aðra grøði í vælgjørdu bríkunum, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Soleiðis ber til at velta í lendi, sum annars hevði verið óhugsandi sum dyrkilendi. Sum aðrastaðni her um leiðir hevur monsunregnið alt at siga fyri gróðurin.