Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Pakistan


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Islamabad

Vídd: 796.100 km2

Fólkatalghostwriter tv show cast online dissertation help vg wort sexual assault essay how to write college level essays: 174.578.558

Almentmál:
urdu

Átrúnaður:
islam 95% aðrir 5%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
pakistansk rupi (PKR)

Pakistan

Pakistanska ríkið varð sett á stovn í 1947 at hýsa muslimunum í India. Landið var í tveimum - Eysturpakistan og Vesturpakistan, men í 1971 tók Eysturpakistan loysing og nevndi seg Bangladesj. Vesturpakistan nevndi seg Pakistan. Flestu fólk liva av landbúnaði, men stór framgongd er í ídnaðinum, helst í bummullar- og klædnaídnaðinum. Handverksídnaður sum teppiveving og metalsmíð eru eisini týdningarmiklir vinnuvegir. Alt síðan Pakistan gjørdist frælst ríki, hevur marknastríð verið ímillum pakistanar og indar um muslimska landslutin Kashmir, ið hoyrir til India, men sum Pakistan sigur seg eiga.

Um triðingurin av fólkinum í Pakistan býr í býum. Høvuðsstaðurin Islamabad er nýggjur býur; farið varð at byggja hann í 1961. Navnið Islamabad merkir "staður islams". Býurin er bygdur eftir býarætlan, og har eru mong opin torg og breiðir vegir. Størsti býurin og týdningarmesti er havnabýurin Karachi; har búgva fleiri enn 12 mió. fólk.

Mong fólkasløg við egnum máli og egnari mentan búgva í Pakistan. Pashtunar á útnyrðingsmarkinum við Afganistan eru gitnir fyri sítt óvíkiliga trúfesti ímóti ætt sínari. Sindhiar, sum eru landbúnaðarfólk sunnarlaga í landinum, eru kendir fyri gomlu tónleika- og bókmentasiðvenju sína. Punjabar búgva á fruktagóða slættlendinum í Punjab.

Fruktagóða slættlendið í Punjab er besta landbúnaðarlendið í Pakistan. Vatn úr Indus, haðan fólkið eisini fær drekkivatn og ravmagn, verður veitt á fruktagóðu jørðina. Fimm áir renna í Indus, tær eru Jhelum, Chenab, Ravi, Sutlej og Beas, sum eru upprunin til navnið Punjap, ið merkir "fimmáalandið". Aðrastaðni í Pakistan hava víðfevndar vatnveitingarætlanir gjørt runnafløtur og hálvoyðimørk til fruktagott akurlendi.

Islamsk lóg sigur, hvussu fólkið skal dýrka Gud sín og bera seg at í lívinum. Konufólkini skulu ganga í purdah (plagg innan fyri slørið). Hetta hevur við sær, at tá ið konufólk skulu út, mega tey annaðhvørt verða í burqa (hettukjóla) ella í chaddar (slørið), so at mannfólk skulu ikki síggja andlitið á teimum. Siður er eisini, at húsini eru innrættað soleiðis, at uttaru rúmini eru til mannfólk og innaru til konufólkið.

Indiska meginlandið

Uttan um Indiska meginlandið eru trý høv: Arabiahav, Indiahav og Bengalhav. Fyri norðan eru hini ovurstóru Himaleiafjøllini. Indiska meginlandið er ógvuliga fjølbygt, og her býr um 1/5 av øllum fólki í heiminum. Nógv størsta landið er India, so Pakistan, Bangladesj, Nepal, oyggin Sri Lanka og lítla landið Butan. Mangan hevur verið ófriðarligt í indiska meginlandinum, og tað hevur mangan verið álopið uttaneftir. Í 19. og til miðju 20. øld var alt økið uttan Nepal og Butan bretskt hjáland. Stórur munur er á landslagnum og veðurlagnum, kavatakt fjøll fyri norðan, turrar sandoyðimerkur í útnyrðingspartinum og tropiskur regnskógur fyri sunnan.

Meginparturin av fólkinum í indiska meginlandinum býr á bygd og livir av landbúnaði. Bara í India eru 500.000 bygdir, og her búgva um 70% av fólkinum. Nakrar bygdir eru heilt smáar, í øðrum búgva mong túsund fólk. Flestu ættir hava búð í somu bygd í øldir og hava latið ættarliði eftir ættarliði kunnleika og royndir sínar.

Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða.

Monsunurin kemur av útsynningi um summarið og av landnyrðingi um veturin. Tá ið summarmonsunurin kemur uttan av Indiahavi, hevur hann lýggja og váta lut við sær, sum verður regn yvir turra og heita meginlandinum.