• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Arktiskur prikkafiskur (prikkafiskaættin) 
Protomyctophum arcticum
(Lütken, 1892)

Stødd: Arktiskur prikkafiskur verður upp í umleið 6 cm langur.

Dýpi: Hann er miðsjóvarfiskur, úr 90 metrum niður á 850 metrar.

Litur: Hann er silvurblankur.

Teinar: R 12; G 22(23); U 16(15); Táknatindar: 4 (sjáldan 3-5)+1+14(15), til samans 19 (20, sjáldan 18).

Lýsing: Arktiskur prikkafiskur er lítil, nakað bulmikil fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður, eina fitifjøður, smáar uggafjaðrar, smáar búkfjaðrar og stóra gotfjøður. Uggafjaðrarnar røkka ikki aftur til gotfjøðurina ella ryggfjøðurina. Heldur ikki búkfjaðrarnar røkka hagar. Sporlið omaná hevur næstan einki opið glopp, alt er sett við ryggfjøður og fitifjøður, og aftast við stertin er eitt ljósgagn. Smá ljósgøgn eru undir búkinum og fram við gotfjøðurini. Ljósgagnið oman á klingruni, er størri enn hini.

Eyðkenni: Fiskastøddin og ljósgøgnini. Undir sporlinum er týðiligt glopp millum tey bæði aftastu ljósgøgnini við stertin og tey, ið eru fremri.

Týdningur: Arktiskur prikkafiskur hevur ikki havt vinnuligan týdning.

da: Arktisk prikfisk, ís: Íshafslaxsíld, no: Nordatlantisk lysprikkfisk

Útbreiðsla: Hann er fingin á djúpum vatni norðan fyri Føroyar. Annars frá Labrador og Nýfundlandi til Davisfjørðin, Eysturgrønlands, Norðurnoregs og Biskeia.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Prikkafiskar Myctophiformes

Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum.

Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Prikkafiskaættin (Myctophidae)

Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti.

Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu.

Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017