• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 

Faklig heiti og styttingar

Styttingar
B: Búkfjaðrar
G: Gotfjøður, G1: er fremra gotfjøður,
    G2 onnur gotfjøður
R: Ryggfjøður, R1: Fremsta ryggfjøður,
    R2 onnur ryggfjøður o.s.fr.
U: Uggafjaðrar
Ry: Ryggjargeislar
St: Stertur

Teinar: Harðir teinar við rómartølum, bleytir
teinar við arabiskum. Tøl í klombrum eru
minsta/mesta/kemur fyri/ tøl.
Teinar: Dømi: R1 V + 8 (7-9) er Fremsta
(fyrsta) ryggfjøður hevur 5 harðar og 8 bleytar
teinar, onkuntíð tó 7 ella 9 bleytar teinar.

da: danskt
en: enskt
fr: franskt
ís: íslendskt
no: norskt
tý: týskt

 

Faklig heiti og orð

  • Ennibreiddin er breiddin millum innaru beinkantarnar í eygnaholuni.
  • Eygnatvørmát er mátið millum fremra og aftara beinkant í eygnaholuni.
  • Fjøðurfestið er staðið, har fjøðurin er fest í fiskin.
  • Heildarlongd, (full longd ella totallongd), er longdin frá fremst á tranti til aftast á sterti.
  • Rótmátið er longdin á fjøðurini, har hon er fest í fiskin. 
  • Skivubreiddin á skøtu er breiddin millum ravaendarnar.
  • Skivulongdin á skøtu er longdin frá tranti til hornið, har halin byrjar.
  • Standardlongd er longdin frá fremst átranti til klingru (har skræðan endar við stertin).
  • Anadromur = Fiskur, ið gýtur í feskumvatni og veksur upp í sjónum.
  • Katadromur = Fiskur, ið gýtur í sjónum og veksur upp í feskum vatni.
  • Diadromur = Felagsheiti fyri anadrom og katadrom.
  • Benthopelagiskur = Bæði við botn og uppi í sjónum.
  • Demersalur = Við botn. Er á botni. Mótsett pelagisk.
  • Pelagiskur = Uppsjóvar, í fríu vatnmassunum mótsett demersal.
  • Sjóvarmáli = niðasti partur á strond (ið er undir á flóð, Littoral zone).
  • Isohalin = Linja gjøgnum støð við sama saltinnihaldi.
  • Isoterm = Linja gjøgnum støð við sama hita.
  • Oxyclines = Linjur gjøgnum øki við sama súrevnisinnihaldi.

 

Ymiskt
Í nøkrum førum verða táknatindar taldir fyri at greina fiskin. Tað verður gjørt soleiðis: Talt verður á fremsta táknaboga, inni í boganum. Á smáum fiskum er lættast at taka táknabogan út, antin við knívi ella pinsett. Á prikkafiskunum verður talt soleiðis, at byrjað verður við at telja táknatindarnar á styttra endanum á boganum, síðan tann einsamalla í buginum og seinast tindarnar
á tí longra endanum.

Flestu beinfiskasløg kunnu aldursgreinast við at telja vakstrarlop (árringar) í nytrum og/ella roðslum.

Bróskfiskarnir hava ikki nytrur ella roðslu og kunnu tí ikki aldursgreinast á sama hátt.

Vísindaliga navnið, ella latínska navnið, hevur fiskurin fingið, fyri at hann kann hava eitt eintýtt navn um allan heimin.

Aftan á vísindaliga navnið her í bókini er eitt fólkanavn og eitt árstal, t.d. Linné, 1758, ella (Bonnaterre, 1788). Hetta sigur frá, at tann nevndi persónurin er tann fyrsti til at greina og skriva um hendan fiskin, og at hetta hendi í tí árinum. Í teimum førum har navnið og árstalið eru í klombrum, hava onnur fólk seinni gjørt broytingar í tí, sum nevndi greinaði ella skrivaði.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017