• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Bláaskøta (skøtuættin)
Neoraja caerulea Stehmann, 1976

Stødd: Bláaskøta verður í mesta lagi 30 cm long, og hon er helst minsta skøta, ið er undir Føroyum.

Dýpi: Hon er botnfiskur úr umleið 600 metrum niður á 1260 metra dýpi.

Litur: Á bakinum er hon viólblá, viðhvørt er ein farri av brúnligum. Um halan eru 6-9 tvørbond. Blindasíða er oftast hvítlig, við brúnsvørtum kantum á skivuni og á aftara enda á búkfjaðrunum. Dimmir blettir eru mitt undir skivuni. Undir halanum er hon ljós. Onkrar skøtur eru dimmlittar undir skivuni.

Lýsing: Tranturin er ógvuliga stuttur og kubbutur. Ravarnir eru nógv rundaðir og nakað innbendir framman, útbendir aftan. Skivan er sum heild rundvaksin. Halin er væl longri enn skivan. Heldur hvøss um alt bakið. Upp í 12 smáir píkar eru við hvørt eygað, 1-3 á hvørji øksl, 4-6 píkar mitt millum akslarnar, og meira ella minni óregluligt rað av píkum, 33-58 mitt eftir bakinum og út til ytsta triðing av halanum. Á ravunum er eitt band av smáum hvøssum naddum sum sandpappír. Á blindusíðu er hon sløtt. Halasíðurnar eru hvassar. Ryggfjaðrarnar eru mestsum samanvaksnar. Stertur er næstan eingin.

Eyðkenni: Støddin, eingir píkar eru á aftasta triðingi á halanum, liturin á bakinum og avrundaða kropsskapið eyðkenna bláuskøtu.

 

Týdningur: Bláaskøta hevur ikki vinnuligan týdning.

en: Blue ray, fr: Raie bleue, ís: Bláskata

Útbreiðsla: Hon er fingin í syðra parti í føroyskum sjóøki, suður av Lúsabanka og Ytrabanka. Er annars bert fingin í hellingunum undir Føroyum til Bretagne og í hellingunum í Rockallrennuni.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017