• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Blágóma (steinbítaættin)
Anarhichas denticulatus Krøyer, 1845

Stødd: Blágóma verður møguliga upp í 180 cm long. Vanliga er hon úr 60 cm upp í 120 cm long.

Dýpi: Vanliga er hon úr 60 m niður á umleið 1000 m. Hon er eisini fingin ovarlaga í sjónum á víðum havi.

Litur: Blágóma hevur sera ymsan lit. Hon er ljósagrá við bláligum farra. Ella er hon dimmgrá og hevur nógvar viólbláar blettir, sum smámyntir. Hon hevur næstan líka nógvar bláar blettir, sum gráan undirlit. Hon er eisini næstan svørt, heilt dimmbrún/ blá. Litirnir eru altíð kámir.

Lýsing: Blágóma hevur tjúkkan, bøllutan kropp, hon er hægri, enn hon er breið. Hon hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur til stertin. Hon hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur til stertin. Gotfjøðurin er umleið helvtina so long sum ryggfjøðurin og er lægri.

Hon hevur rættiliga stórar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Sterturin er lítil og hevur ein lítlan boga úteftir.

Høvdið er rundleitt, eitt sindur kubbut og er heldur lítið. Gronin er avrundað og stutt. Hon hevur smá eygu, ið sita tætt saman. Tenninar eru ikki so ógvisligar sum í steinbíti og lira. Hon er bleyt og vatnut at nerta við.

Eyðkenni: Tann vatnuti, bleyti og oftast tjúkki kroppurin. Tann kámi liturin. Kropsskapið er líkt steinbíti og lira, tó er hon oftast tjúkkari.

Týdningur: Blágóma hevur ikki havt vinnuligan týdning.

da: Blå havkat, en: Jelly wolffish, ís: Blágóma, Blåsteinbit, tý: Blauer Katfisch

Útbreiðsla: Blágóma er undir Íslandi, Føroyum og Hetlandi. Onkuntíð er hon í Skagerrak og Norðsjónum. Hon er frá Cape Cod og Labrador, til Grønlands og norður í Barentshavið.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Áburrufiskar Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

  • Rekfiskaættin (Polyprionidae)
  • Glómuættin (Epigonidae)
  • Rossamakrelættin (Carangidae)
  • Bramafiskaættin (Bramidae)
  • Ennifiskaættin (Caristiidae)
  • Karpaættin (Sparidae)
  • Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
  • Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
  • Tarabrosmuættin (Pholidae)
  • Steinbítaættin (Anarhichadidae)
  • Nebbasildaættin (Ammodytidae)
  • Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
  • Floyfiskaættin (Callionymidae)
  • Stubbafiskaættin (Gobiidae)
  • Nasafiskaættin (Gempylidae)
  • Stinglaksaættin (Trichiuridae)
  • Makrelættin (Scombridae)
  • Svartfiskaættin (Centrolophidae)

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.

Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017