• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Blankaskøta (skøtuættin)
Rajella kukujevi Dolganov, 1985

Stødd: Verður møguliga ikki longri enn 75 cm.

Dýpi: Djúpvatnsfiskur, heldur til á umleið 900 m niður á í minsta lagi 1200 m.

Litur: Tykist at vera heilt hvít, bæði omaná og undir. Er tó eitt sindur grálitt, serliga á bakinum. Næstan heilt hvít undir búkinum.

Lýsing: Kropsskivan er hjartaskapað. Stutta gron, har sjálvur tranturin stingur framúr. Blankaskøta hevur nógvar píkar av nakkanum út á halan.

Eyðkenni: Hvíti liturin og nógvu píkarnir.

Týdningur: Ongan týdning í fiskiskapinum.

en: Mid-Atlantic skate

Útbreiðsla: Sjáldsamur fiskur. Blankaskøta er bert fingin á leiðunum við Lúsabanka, Rockallgrunnin og har í nánd.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017