• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Bleikja (laksaættin) 
Salvelinus alpinus (Linné, 1758)

Stødd: Mesta stødd á bleikju er 104 cm. Í Føroyum var bleikjan upprunaliga bert í Leynavatni. Har verður hon neyvan størri enn 40 cm, vanliga um 20-30 cm. Hon er slept í vøtn og byrgingar, og í onkrum støðum verður hon væl størri enn í Leynavatni, kanska um 60 cm.

Dýpi: Flestastaðni er hon bert í feskum vatni, men summastaðni, t.d. í Grønlandi, er hon eisini í sjónum. Hon er helst bert ovarlaga í sjónum.

Litur: Bleikja hevur ymsar litir eftir umstøðunum, árstíð, kyni, stødd, aldri og staði. Hon er dimm blá-brún-grá um bakið, blágrá um síðurnar, við smáum, reydligum blettum, men eisini við stórum, ljósum blettum. Undir búkinum er hon ofta silvurlitt. Í gýtingartíðini eru siljafiskarnir reyðir um búkin og fjaðrarnar, og rognafiskarnir gulligir. Fiskurin í bleikju er vanliga hvítur, men undir røttu umstøðunum hevur hon ljósareyðan fisk. Hon hevur hvítan lit framman á ugga-, búk- og gotfjaðrakantinum. Bleikja til havs kann hava blettir á liðunum, reydligar og brúnligar.

Teinar: R 12-15; G 10-13.

Lýsing: Bleikja er høvuðlítil og hevur lítlan kjaft. Hon hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum. Eina gotfjøður undir sporlinum. Fitifjøðurin er aftarlaga á sporlinum. Búkfjaðrarnar sita aftarlaga undir búkinum, og uggafjaðrarnar sita niðast og fremst á uggunum. Hon hevur stóran stert og smáar roðslur.

Eyðkenni: Hvíti fiskurin og hvíti liturin á kantinum framman á fjaðrunum. Smáu roðslurnar.

Týdningur: Sum heimaveiða hevur bleikja nakað av týdningi.

da: Fjeldørred, en: Char, fr: Omble chevalier, ís: Bleikja, no: Bleike – Røye, tý: Saibling

Útbreiðsla: Bleikja er í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Á Svalbarði, Novaja Semlja, á Sibirisku oyggjunum og heilt eystur í Beringssundið. Um alt Noreg, í Finnlandi og Svøríki. Í Írlandi og norðara parti av Bretlandi. Í alpunum í Sveis. Bleikja er innflutt til Kanada, Alaska, Maine og New Hampshire.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Laksafiskar Salmoniformes

Laksafiskahópurin hevur eina ætt við 11 slektum og 66 sløgum:

  • Laksaættin (Salmonidae)

Í Føroyum eru 3 slektir og 5 sløg, harav tann eina ættin við tveimum sløgum, er ikki upprunalig í Føroyum, men er komin úr alibrúkum her og aðrastaðir.

 Langvaksnir og smidligir fiskar. Teir hava eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður.

Øll sløgini gýta í feskum vatni, men nøkur teirra vaksa upp í sjónum. Hesi seinnu eru anadrom.

Hjá havgangandi fiskum er liturin bládimmur um bakið, og síðurnar eru blankar við dimmum blettum. Fiskur í feskvatni er oftast brúnligur ella gulgráur við blettum, men í stórum vøtnum eisini littir sum teir í sjónum, tó kámari.

Fiskurin í laksafiskum er, við onkrum undantøkum, reydligur.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017