• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Boa-drekafiskur (ljósfiskaættin) 
Stomias boa ferox Reinhardt, 1842

Stødd: Boa-drekafiskur verður umleið 30 cm langur, mátað til klingruna. Møguliga verður hann nakað longri enn tað.

Dýpi: Hann er í djúpu høvunum, niður á í minsta lagi 1000 m. Í myrkri fer hann upp undir vatnskorpuna.

Litur: Hann er svartur-myrkabrúnur, skyggir nakað í ælabogalitum.

Lýsing: Boa-drekafiskur er langur og klænur fiskur. Hann hevur lítið høvd við síðari finnu, ið hongur niður úr lippuni og røkkur aftur til uggafjaðrarnar. Hann hevur spískar tenn. Aftast á sporlinum er ein lítil ryggfjøður, sum kemur aftur til klingruna. Beint undir henni er ein gotfjøður, ið er eitt lítið sindur størri. Umleið á aftasta fjórðingi eru tær heilt smáu búkfjaðrarnar. Eini 85-91 ljósgøgn eru niðarlaga aftur eftir síðunum.

Eyðkenni: Klæna vakstrarlagið, lítla høvdið, finnan, stóri kjafturin við spísku tonnunum, fjaðrarnar aftast, liturin og ljósgøgnini.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Boafisk, en: Boa dragonfish

Útbreiðsla: Boa-drekafiskur er í Atlantshavi frá um 30°N til Eysturgrønlands, Suðurlandið í Íslandi og norður um Føroyar. Tann nógv líki og nær skyldi Stomias boaboa er í Miðjarðarhavinum, Kyrrahavinum og Indiahavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Ljósfiskar Stomiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 53 slektir og 391 sløg:

Av teimum eru undir Føroyum skrásettar 3 ættir við 7 slektum og 8 sløgum:

  • Seilaættin (Gonostomatidae)
  • Silvurøksættin (Sternoptychidae)
  • Ljósfiskaættin (Stomiidae)

Yvirhøvur smáir fiskar, ið hava ljósføri runt um á kroppi og høvdi. Summir hava finnu. Nakrir hava roðslu, aðrir ikki. Summar av fjaðrunum mangla á nøkrum sløgum. Onkrir hava fitifjøður undir sporlinum. Flestir eru dimmir á liti, og nakrir eru silvurblankir. Ljósfiskar eru bæði djúpt og ovarlaga í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017