• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Brislingur (sildaættin)
Sprattus sprattus (Linné, 1758)

Stødd: Brislingur verður neyvan størri enn 16 cm. Vanlig longd er 7-12 cm.

Dýpi: Brislingur er uppsjóvarfiskur, ofta inni við land.

Litur: Hann er dimmgrøn-bláur á bakinum. Silvurblankur um síðurnar og undir búkinum.

Teinar: R 13-21; G 12-23; U 16-17; B 7; Ry 46-50;

Lýsing: Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum. Eina gotfjøður, ið er aftur móti klingruni. Búkfjaðrarnar eru undir ella beint frammanvert fremra kant á ryggfjøðurini. Hann hevur umleið 50 roðslur mitt aftur eftir síðuni.

Eyðkenni: Hann líkist sild. Búkfjaðrarnar hava 7 (sjáldan 8) teinar, sildin hevur 9. Hann hevur hvast kjalarskrubb, sum hakar í, tá strokið verður frameftir.

Týdningur: Brislingur hevur nakað av týdningi í fiskiskapinum, eisini í Føroyum.

da. Brisling, en; Sprat, fr: Esprot, ís: Brislingur, no: Brisling, tý: Sprott

Útbreiðsla: Brislingur er undir Føroyum, m.a. á Skálafirði, í Sundalagnum, á Trongisvágsfirði og Vágsfirði. Er annars í Eystarasalti, í donskum sjógvi, við Miðnoreg, í Norðsjónum og runt Bretsku Oyggjarnar til Marokko. Er eisini í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Sildafiskar Clupeiformes

Hópurin hevur 5 ættir við 84 slektum og 364 sløgum.

Av hesum er undir Føroyum bert tann eina ættin, við 3 slektum og 4 sløgum:

  • Sildaættin (Clupeidae)

Sildafiskarnir eru smáir til miðalstórir fiskar. Teir hava stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, og teir hava ikki fitifjøður.

Teir eru uppsjóvarfiskar, nøkur sløg ganga í torvum. Meginparturin av sildafiskunum livir í sjónum, men nøkur sløg eru anadrom og nøkur eru í feskvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017