• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Búksvarti hávur (ljóshávaættin)
Etmopterus spinax (Linné, 1758)

Stødd: Búksvarti hávur verður í mesta lagi 60 cm langur, sjáldan longri enn 45 cm.

Dýpi: Hann er úr 70 m niður á 2000 m, undir Føroyum vanliga úr 400 m niður á 1000 m.

Litur: Hann er litfagur hávur. Tykist svartur, men bakið er gráligt, skyggir í viólbláum. Um síðurnar er hann ljósari og meira viólbláur. Hann er svartur, grásvartur, undir búkinum, og skarpt mark er til litirnar á síðunum. Hann hevur nógvar smáar, svartar blettir niðast á síðunum. Strikan hevur svartar blettir. Ein sermerkt svørt tekning er undir klingruni og ein aftan fyri búkfjaðrarnar. Ein fín, svørt strika er mitt á stertinum. Afturkanturin á fjaðrunum er ljósur, men á stertinum er kanturin viólbláur. Píkarnir eru gráhvítir við dimmum liti innií. Hann er svartur inni í kjaftinum.

Lýsing: Búksvartur hávur hevur tvær ryggfjaðrar. Fremra er minni, og lítil píkur er frammanfyri. Aftara er um tvær ferðir so stór og hevur størri pík. Uggafjaðrarnar eru smáar, tær eru væl fremri enn fremra ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru smáar og sita fremri enn aftara ryggfjøður. Hann hevur stór, grøn eygu. Andahol aftan fyri og oman fyri eyguni. Hann hevur smá ljósgøgn undir búkinum og strikusett sansigøgn undir høvdinum. Tenninar í yvirkjaftinum eru spískar í tveimum røðum, í undirkjaftinum eru sagtenn í einum raði. Floyalskendur, tá strokið verður aftur eftir tí gráa litinum. Tað svarta kennist grovari.

Eyðkenni: Støddin og tann svarti búkurin. Píkarnir og svarta tekningin aftan fyri búkfjaðrarnar.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Sorthaj, en: Velvet belly, fr: Sagre commun, ís: Litli loðháfur, no: Blåmage - svarthå, tý: Schwarzer Dornhai

Útbreiðsla: Búksvarti hávur er úr vestara parti av Miðjarðarhavinum til Norðkapp, har hann tó er sjáldsamur. Í Skagerrak er hann, men sjáldsamur í Norðsjónum. Hann er undir Íslandi, Føroyum og vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, eisini langt til havs á tindum og grynnum. Við Asoroyggjar og Vesturafrika til Suðurafrika. Undir Føroyum fæst hann so at siga allastaðni vestanfyri og sunnanfyri.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skrubbhávar Squaliformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017