• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Búrfiskur (búrfiskaættin)
Hoplostethus atlanticus Collett, 1889

Stødd: Búrfiskur verður upp í 75 cm langur.

Dýpi: Hann er úr 200 metrum niður á 1700 metrar, møguliga enn djúpari.

Litur: Hann er reyður, appilsin- ella ljósareyður um allan kroppin og høvdið.

Teinar: R V + 15-18; G II + 14;

Lýsing: Búrfiskur er hávaksin, eitt sindur tunnur. Eina ryggfjøður. Fremri partur av ryggfjøðurini er lægri enn aftari. Uggafjøðurin røkkur knappliga aftur til gotfjøðurina. Sterturin er nógv sýldur. Hann hevur stórt høvd og slímholur á skallanum, smá eygu. Eygnatvørmátið er umleið 1/4 av longdini av gronini aftur til kápurondina. Kápan hevur beinkenda plátu, ið hevur strálumynstur á skák niður aftureftir. Hann hevur stóran, upprendan kjaft. Strikan er sett við beinroðslum, ið ikki liggja hvør oman yvir aðra.

Eyðkenni: Búrfiskur hevur upprendan kjaft. Hann hevur svartan kjaft og svartar táknaholur. Strikan er sett við beinroðslum.

Týdningur: Búrfiskur hevur góðan prís á fiskamarknaðunum og er góður matfiskur.

da: Soldatfisk – Orange savbug, en: Orange roughy, fr: Hoplostete orange, ís: Búrfiskur, no: Orange roughy, tý: Schleimkopf

Útbreiðsla: Búrfiskur er norður gjøgnum alt Atlantshavið til Íslandsryggin og útsynningshornið í føroyskum sjógvi. Á Miðatlantsrygginum, undir Grønlandi, við Labrador og Nova Scotia, Suðurafrika, Nýsæland, Avstralia og Kili.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Serkafiskar Beryciformes

Hesin hópurin hevur 7 ættir við 29 slektum og 144 sløgum.

Undir Føroyum eru 3 ættir, ið hava 3 slektir og 5 sløg:

  • Dukátfiskaættin (Diretmidae)
  • Búrfiskaættin (Trachichthyidae)
  • Serkaættin (Berycidae)

Teir eru smalir og nakað hávaksnir fiskar.

Summir hava eina ryggfjøður, aðrir tvær, flestu við beinteinum í framparti av ryggfjaðrunum. Eina gotfjøður, ofta við beinteinum fremst, flestu við stórum, sýldum sterti. Serkafiskar eru djúpvatnsfiskar, silvurblankir, reydligir og brúnsvartir.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017