• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Djúpállur (djúpállaættin)
Synaphobranchus kaupii Johnson, 1862

Stødd: Umleið 100 cm er tað longsta, djúpállur verður. Teir, ið veiddir eru undir Føroyum, hava ligið um 30-65 cm.

Dýpi: Hann er úr 250 m niður á 3600 metra dýpi.

Litur: Djúpállur er brúnur, nakað gráligur, svartgrómutur. Hann er svartur inni í kjaftinum.

Lýsing: Djúpállur hevur állaskap, hann hevur ikki stert. Ryggfjøðurin er styttri enn gotfjøðurin, og báðar renna saman í ein spíss aftast. Gotfjøðurin byrjar beint aftan fyri gotið og er umleið 70% av heildarlongdini. Táknaopini eru smá og sita undir øsinum millum ella beint framman fyri uggafjaðrarnar. Kjaftarnir eru javnlangir. Gapið er stórt og kemur væl aftur um eyguni.

Eyðkenni: Djúpállur kennist frá hinum állunum m.a. á tí, at ryggfjøðurin er styttri enn gotfjøðurin, og at táknaopini sita inni undir øsinum, og so tað stóra gapið.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Spidssnudet dybhavsål, en: Cutthroat eel, fr: Anguille égorgée de Gray, ís: Djúpáll

Útbreiðsla: Hann sæst oftast í hellingunum. Hann er av Suðurlandinum í Íslandi til Føroya. Hann er á Reykjanesrygginum, við Asoroyggjarnar, Namibia, Nigeria og Suðurafrika. Hann er í Grønlandi og Nýfundlandi til Bahamaoyggjarnar. Hann er eisini í Kyrrahavinum, við Japan, Avstralia og Hawaii, umframt í Indiahavinum. Undir Føroyum fæst hann á djúpum vatni sunnanfyri og vestanfyri og er ikki so óvanligur í veiðuni.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Állafiskar Anguilliformes

Hópurin hevur 15 ættir, ið hava 141 slektir og umleið 791 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum skrásettar 5 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í
part:

  • Állaættin (Anguillidae)
  • Djúpállaættin (Synaphobranchidae)
  • Snípuállaættin (Nemichthyidae)
  • Havállaættin (Congridae)
  • Trýnisállaættin (Serrivomeridae)


Állafiskar eru eyðkendir við sínum langa og klæna skapi. Teir hava ikki búkfjaðrar, summi sløg hava heldur ikki uggafjaðrar.

Nøkur sløg hava ein beinleysan skræðulepa til stert, onnur hava ongan stert.

Állafiskar av ættini Anguillidae eru katadromir. Hinar ættirnar liva alt lívið í sjónum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017