• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Djúpangi (angaættin) 
Holtbyrnia anomala Krefft, 1980

Stødd: Størstu djúpangar eru umleið 25 cm langir.

Dýpi: Hann er við botnin og uppi í sjónum úr 700 m niður á 2700 m.

Litur: Hann er javnt dimmur. Inni í kjaftholuni og táknaholuni er hann svartur.

Teinar: R 18–22; G 15–19; U 13-16.

Lýsing: Djúpangi er smalur, høgur fiskur. Hægstur um nakkan, og lækkar javnt aftur í klingruna. Hann hevur eina lítla ryggfjøður afturi á sporlinum, eina gotfjøður beint undir, nakað aftari enn ryggfjøðurin. Hann hevur smáar búkfjaðrar beint aftan fyri miðjan fiskin. Uggafjaðrarnar eru smáar. Høvdið er stórt, meira enn 1/3 av standardlongdini, spískan trant, stór eygu. Kjafturin er meira enn dupult so langur sum eygnatvørmátið og kemur væl aftur um eygað. Hann hevur smáar tenn.

Ein lítil angi stendur út fremst undir strikuni yvir uggafjøðurini. Veik ella neyvan sjónlig ljósgøgn eru undir búkinum og klingruni.

Eyðkenni: Stóra høvdið og lítli angin yvir uggafjøðurini.

Týdningur: Djúpangi hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Storhovedet skulderlysfisk, en: Bighead searside – Slickhead, ís: Græðisangi

Útbreiðsla: Djúpangi er frá Ittoqqortoormiit, Íslandi, sunnan fyri Føroyar og suður til Namibia. Hann er vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Dohrnbankan og Diskovíkina. Hann er fingin út av Lúsabanka og har um leiðir.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Glitfiskar Argentiniformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg.

Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:

  • Gulllaksaættin (Argentinidae)
  • Blálaksaættin (Microstomatidae)
  • Angaættin (Platytroctidae)
  • Glámaættin (Alepocephalidae)

Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki.

Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra.

Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017