• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Døkkhávur (ljóshávaættin), Colletts búksvarti hávur
Etmopterus princeps Collett, 1904

Stødd: Døkkhávur verður í mesta lagi 80 cm langur.

Dýpi: Hann er úr 300 m og kanska djúpari enn 2000 m.

Litur: Hann er einlittur dimmbrúnur um allan kroppin. Afturkanturin á  ryggfjaðrunum er ljósari. Píkarnir eru nakað gjøgnumskygdir, teir eru hvítir og svartir innií.

Lýsing: Døkkhávur hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er minni. Píkur er framman fyri ryggfjaðrarnar, tann fremri er minni, umleið helvtina av aftara. Høvuðbreiddin er størri enn longdin úr kjaftinum í trantin. Kjafturin er næstan beinur. Heysurin er flatur omaná, og gronin er eitt sindur kílaskapað. Hann hevur stór eygu. Búkfjaðrarnar eru umleið líka stórar sum aftara ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru eitt lítið sindur fremri enn fremri endi á aftaru ryggfjøður. Hann hevur andahol aftan fyri og nakað oman fyri eygað.

Eyðkenni: Døkkhávur minnir mest um svartháv, men kennist frá honum m.a. á tí, at festið á búkfjaðrunum ikki røkkur aftur undir aftara píkin, og at liturin er brúnligari.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Lyshaj, en: Greater lantern shark, fr: Sagre rude, ís: Døkkháfur, no: Stor svarthå

Útbreiðsla: Hann er undir Íslandi, Føroyum, gjøgnum kantin suður til Móritania í Vesturafrika. Er eisini úti fyri Nova Scotia í Kanada til New Jersey í USA. Undir Føroyum fæst hann á djúpum vatni vestan fyri Føroyabanka og har um leiðir.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skrubbhávar Squaliformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017