• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Drymbingur (drymbingaættin)
Thalassobathia pelagica Cohen, 1963

Stødd: Drymbingur verður í minsta lagi upp í 30 cm langur.

Dýpi: Heldur seg uppi í sjónum á djúpum vatni niður á einar 700 m. Við Íslandsryggin er hann fingin uppi í sjónum millum 420 m og 575 m.

Litur: Heilt dimmur, myrkabrúnur, mest sum svartur. Sjávaður úr troli er hann myrkabrúnur.

Teinar: R 72-79; G 58-65; U 22-29; B 2.

Lýsing: Kroppurin er smalur og høgur, hægstur um miðjar uggafjaðrar. Høvdið er lítið, um 21% av heildarlongdini, er líka høgt sum langt, rundligt framman. Fremst er gronin beint upp og niður, og hon er styttri enn eygnatvørmátið. Eyguni eru um 25-26% av høvuðlongdini. Lítlan kjaft, ið kemur væl aftur um eyguni. Nógvar smáar og hvassar tenn. Eina langa ryggfjøður, ið byrjar yvir uggafjøðurini. Eina langa gotfjøður, ið er frá gotinum, báðar nakað lágar. Tær renna saman aftast í spíss á sporlsendanum. Stuttar, men breiðar uggafjaðrar. Fremst og niðast undir øsinum eru tær báðar smáu búkfjaðrarnar. Tvær strikur, onnur oman fyri uggafjøðurina og aftur á hálvt sporlið, hin frá klingruni fram til omanfyri gotið. Nakað búksíður fiskur.

Eyðkenni: Strikurnar. Ongan stert, liturin og skapið. Smáu búkfjaðrarnar.

Týdningur: Ikki vinnuligan týdning.

da: Pelagisk brosmekvabbe, en: Pelagic brotula, ís: Drumbur

Útbreiðsla: Í føroyskum sjógvi er hann fingin á Íslandsrygginum nakrar ferðir. Er annars fingin við George Banka, í Grønlandi, Íslandi, suður móti Spania og í Guineavíkini.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Bendlafiskar Ophidiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 100 slektir og 385 sløg.

Undir Føroyum eru skrásettar 3 ættir, 4 slektir og 4 sløg:

  • Gestfiskaættin (Carapidae)
  • Bendlafiskaættin (Ophidiidae)
  • Drymbingaættin (Bythitidae)

Ryggfjaðrarnar eru langar. Summi sløg eru long og kløn, meðan onnur eru heldur stutt, høg og smøl.

Hesir fiskarnir liva á djúpum vatni, niður á umleið 8400 metra dýpi (í Puerto Rico-dýpinum).

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017